KÍ styrkir seg

Miðvallari úr Nigeria kemur at spæla við KÍ

Í síðstu viku skiltust KÍ og Evrard Blé og fóru hvør til sítt. Men KÍ hevur gjørt skjótt at við at finna avloysara. 22 ára gamli Sani Tahir er miðvallari úr Nigeria, og seinasta felagið hann umboðaði var danska Brønshøj. Nú skal Tahir umboða KÍ.

 

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður. Hann er galdandi restina av kappingarárinum. 

 

Sani Tahir verður fimti útlendingurin í hópinum hjá KÍ. Donsku Jonas Flindt Rasmussen og Kenan Hajdarevic, senegalski Ndende Adama Gueye og amerikanski Mayowa Alli eru longu at finna í hópinum.