Í kvøld var fyrsti dysturin í 24. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini.
KÍ var í Runavík, og klaksvíkingar fyrireika seg at fara til hús við trimum stigum í viðførinum. Úrslitið var, at KÍ vann 3-0 eftir 2-0 hálvleiksleiðslu. Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á sjeynda plássi við 28 stigum, og at KÍ er á áttanda plássi við 27 stigum.
Undir niðurflytingarstrikuni eru FC Hoyvík við 18 stigum og HB vi 12 stigum. Tað er greitt, at HB fer at flyta niður. Hjá FC Hoyvík er brekkan øgiliga brøtt. FC Hoyvík er níggju stig aftanfyri KÍ, og FC Hoyvík eigur dystir eftir ímóti Víkingi (h), FC Suðuroy (h), B36 (ú) og TB (h).
KÍ liðið var rættiliga væl mannað í kvøld. Patrick Da Silva, Deni Pavlovic, Børge Petersen og Dan í Soylu vóru millum teir fyrstu ellivu, og Ari í Haraldstovu Petersen vardi málið.
Hjá NSÍ vóru Búi Egilsson og Aron Knudsen millum teir fyrstu ellivu.
Meðan tað framvegis var málleyst, hevði Aron Knudsen góðan møguleika at leggja heimaliðið á odda, uttan at tað eydnaðist.
Sera eyðsýndi Dávid B. Andreasen legði KÍ á odda í 26. minutti. Uppleggið átti Issah Ahmed Latif.
Fimm minuttir undan steðginum var tað Dan í Soylu, sum økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Patrick Da Silva, og seks minuttir eftir steðgin var Dan í Soylu aftur málskjútti.
NSÍ – KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Dávid B. Andreasen 26.
0-2: Dan í Soylu 40.
0-3: Dan í Soylu 51.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
Víkingur | 23 | 12 | 6 | 5 | 55 | 28 | 42 |
FC Suðuroy | 22 | 10 | 9 | 3 | 45 | 28 | 39 |
B36 | 22 | 10 | 7 | 5 | 41 | 29 | 37 |
B71 | 23 | 10 | 7 | 6 | 34 | 26 | 37 |
AB | 23 | 9 | 8 | 6 | 42 | 25 | 35 |
TB | 23 | 8 | 11 | 4 | 32 | 21 | 35 |
NSÍ | 24 | 7 | 7 | 10 | 33 | 42 | 28 |
KÍ | 24 | 8 | 3 | 13 | 27 | 45 | 27 |
FC Hoyvík | 23 | 4 | 6 | 13 | 18 | 44 | 18 |
HB | 23 | 2 | 6 | 15 | 23 | 62 | 12 |
Leygardagin
HB – B36: Dagfinn Forná kl. 19.30
B71 – AB: Rúni Gaardbo kl. 13.00
Sunnudagin
FC Hoyvík – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00
FC Suðuroy – TB: Høgni Madsen kl. 15.00