KÍ vann fyrsta steypið

U-17 dreingir: Víkingur var væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru klaksvíkingar heilt og fult omaná

Jóhan Josephsen var tvífaldur málskjútti hjá KÍ. Her leggur hann klaksvíkingar á odda 2-0 Mynd: Televarpið

Tað endaði við stórum sigri, tá ið Víkingur og KÍ í kvøld spældu finalu í steypakappingini fyri U-17 dreingir. Hetta er kappingin um Blaðberasteypið, og hetta var fyrsta steypafinalan í ár. Klokkan 20.15 verður steypafinalan hjá U-21. Tá hittast B36 og NSÍ

 

KÍ vann 5-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Hetta er ikki ókent fyri hetta liðið at vinna steypafinalu. Eldri árgangurin hevur vunnið tvær U-15 finalur og nú nú tvær U-17 finalur, og yngri árgangurin hevur vunnið eina U-15 og nú eina U-17 finalu. Um mett verður út frá landskappingini, so var tað óvæntað, at KÍ í kvøld vann so trivaligan sigur, tí í landskappingini hevur Víkingur vunnið báðar ferðirnar, tá ið KÍ og Víkingur hava dystast higartil í ár - 3-1 og 3-2.

 

Í fyrra hálvleiki var tað ikki so stórur munur. Tá skoraði KÍ eitt mál. Tað var eftir uppspæl í vinstru og innlegg, at bólturin varð sparkaður fram. Einar 23 metrar úr málinum smekkaði Dávid B. Andreasen til, og bólturin streyk dygst inn við stólpanum og í málið.

 

Fyrstu minuttirnar eftir steðgin tóktist tað sum um, at Víkingur royndi at svara aftur. Men tá ið so Jóhan Josephsen økti um munin til 2-0 eftir stórt verjukiks, var tað sum um, at luftin fór úr víkingunum. KÍ vísti gott fótbóltsspæl og fleiri ferðir vóru teir í góðum støðum.

 

Jóhan Josephsen økti til 3-0, tá ið seinni hálvleikur var 11 minuttir gamal, níggju minuttir seinni økti Jákup Vilhelmsen, sum var liðformaður og eftir dystarlok varð kosin at vera dagsins maður, um munin til 4-0, og sjey minuttir seinni var tað Dávur Jógvansson Heinesen, sum skoraði, og so var 5-0.

 

Sum seinna hálvleikur leið, var fokus ikki tað sama hjá teimum myrkabláu, sum tað hevði verið. Víkingur minkaði um munin eftir gott álop. Málskjútti var Jákup Andrias Thomsen, og síðstu løtuna var tað tætt við, at Víkingur minkaði meiri um munin.

 

Jóhan Josephsen var tvífaldur málskjútti hjá KÍ. Her leggur hann klaksvíkingar á odda 2-0 Mynd: Televarpið