KÍ vann grannauppgerðina í Sarpugerði

1. DEILD: Klaksvíkingar tvífaldaðu úrtøkuna, tá ið teir vunnu ímóti favorittunum í Víkingi

Undan grannauppgerðini í Sarpugerði í kvøld hevði Víkingur sjey stig, og KÍ hevði trý stig. Tí varð heimaliðið roknað at vera favorittur.

 

Men tað var KÍ, sum vann 2-1. Støðan í hálvleikinum var 2-0 til KÍ. Undan hesum dystinum hevði KÍ bara vunnið einaferð fyrr í ár. Tað var i triðja umfari, tá ið KÍ vann 2-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Óli Eyðsteinsson Poulsen legði longu í fjórða minutti KÍ á odda. Uppleggið átti Kristian Svabo Eliasen. Í fyrra hálvleiki hevði KÍ nógvar atsóknir ímóti heimamálinum, og tíggju minuttir undan steðginum økti KÍ um munin til 2-0. Tá átti Óli Eyðsteinsson Poulsen uppleggið, og tá var Kristian Svabo Eliasen málskjútti.

 

Tríggjar minuttir undan leikloki minkaði Víkingur um munin til 2-1. Málskjútti var Bjørn Bakk Bjarkhamar, sum í dag hevur 18 ára føðingardag. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Uppleggið árri Rani Hansen.

 

Annan leygardag fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer KÍ at spæla á útivølli ímóti HB.