KÍ vann søtan sigur á 120 ára stovningardegnum

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð síðani 18. mai fóru klaksvíkingar í dag av vøllinum við fullari úrtøku

Rói Eyðsteinsson Poulsen var í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð málskjútti í næstbestu deildini, tá ið KÍ á 120 ára stovningardegnum vann 2-0 á útivølli ímóti NSÍ

Teir næstbestu hjá KÍ vóru ikki frítt sperdir, tá ið teir seinnapartin vóru í Runavík. Undan dystinum var NSÍ á sjeynda plássi við 18 stigum, og KÍ var á áttanda plássi við 11 stigum. KÍ hevði ikki vunnið fulla úrtøku síðani 18. mai. Í níggju dystum var úrtøkan eitt stig, og stútt og støðugt er KÍ sokkið nærri niðurflytingarstrikuni.

 

Tí var lættin stórur, tá ið teir bláu og hvítu á 120 ára stovningardegnum hjá KÍ fóru norður aftur við 2-0 sigri. KÍ er framvegis á áttanda plássi, men nú er fjarstøðan fram til NSÍ fýra stig, og nú er fjarstøðan aftur til FC Hoyvík fýra stig.

 

Mánakvøldið fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti grannunum í B36, sum eru á heiðursmerkjaplássi.

 

Í dag var tað miðverjin Rói Eyðsteinsson Poulsen, sum fýra minuttir eftir steðgin legði KÍ á sigurskós.  Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Róa í næstbestu deildini. Hann skoraði úr stuttari fjarstøðu eftir horna, og eftir at bólturin í somu støðu tvær ferðir hevði verið á tvørtrænum.

 

Lítla løtu seinni hevði NSÍ heilt góðan møguleika at javna, men tað miseydnaðist. Sum tíðin leið, spenti heimaliðið álopsbogan, og so var tað, at innskifti Tóki á Lógv átta minuttir undan leikloki staðfesti 2-0 KÍ sigurin, eftir at hann sneiddi seg leysan og av brotsteigarmarkinum setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið í ár hjá 20 ára gamla Tóka á Lógv í næstbestu deildini.

 

Um eina viku fær KÍ vitjan av AB, og fríggjakvøldið í næstu viku fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Rói Eyðsteinsson Poulsen var í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð málskjútti í næstbestu deildini, tá ið KÍ á 120 ára stovningardegnum vann 2-0 á útivølli ímóti NSÍ