KÍ venjari í harðskapi í náttarlívinum í Havn

– Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi eina treytaleysa umbering, sigur Mikkjal Thomasen við dimma.fo

 

Dimma skrivar, at Mikkjal Thomasen, venjari hjá KÍ, framdi harðskap í býnum næstseinasta leygarkvøld.

Harðskapurin skal vera farin fram, meðan KÍ spælarar og viðhaldsfólk hátíðarhildu, at 20. meistaraheitð hjá felagnum var komið í hús.

Sambært Dimmalætting gekk Mikkjal Thomasen, sum annars er útbúgving løgreglumaður, runt í havnargøtum, har hann var frá sær sjálvum og sló ein fótbóltsdómara, ein leikara í Betri Deildini, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara.

– Eisini kom hann við hóttanum, skrivar Dimmalætting, sum hevur tosað við Mikkjal Thomassen, ið sigur seg vera ógvuliga harmum um sín atburð og hevur biðið Víking-spælaran og liðformannin hjá honum um umbering, skrivar dimma.fo.

Dimma.fo hevur spurt bæði KÍ formannin, Tummas Lervig, og aðalskrivaran í Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro, um tilburðin. KÍ formaðurin kendi ikki til tilburðin og sigur, at slíkt verður viðgjørt innanhýsis. FSF aðalskrivarin sigur, at slík mál ikki eru mál fyri FSF men fyri løgregluna.