KÍ vil ikki hava ein dyst hangandi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) KÍ vil heldur býta um heimavøll við TB enn at hava ein dyst hangandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Tummas Lervig, formann í KÍ um hví KÍ í samráði við TB og FSF hevur fingið dystin, sum skuldi verða millum KÍ og TB í Klaksvík í morgin fluttan til Stórá í Trongisvági, so TB fær heimavøll.

 

Tummas Lervig staðfestir, at líkindini fyri at fáa dystin spældan í morgin í ringari kavaætt norðuri í Klaksvík eru ikki góð, og tí er ein loysn funnin, har KÍ og TB býta um heimadyst á hesum sinni. Tummas Lervig viðgongur tó, at tað hevur eyka útreiðslur við sær fyri KÍ, sum hevur prentað eina snotuliga dystarskrá, sum tey ikki fáa brúkt nú.

 

Men KÍ vil ikki hava ein dyst hangandi, tí hann er útsettur vegna veður, og tí er loysnin vald at býta um heimadyst við TB.