Kia er mest seldi bilur í Føroyum í ár

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni.

Fyrsta mánaðin í ár eru seldir til samans 173 nýggj akfør. Tað er 20 prosent færri enn sama mánað í fjør, tá talið var 217.

Mest seldi bilur fyrsta mánaðin í ár er Kia, sum soleiðis er farin fram um Ford, Toyota og Volkswagen, sum hava stríðst um fremsta plássið.

Tíggju tey mest seldu bilsløgini fyrsta mánaðin eru hesi:

1.     KIA 22

2.     TOYOTA 20

3.     VOLVO 20

4.     FORD 17

5.     VOLKSWAGEN 17

6.     RENAULT 13

7.     CITROEN 12

8.     NISSAN 7

9.     MERCEDES-BENZ 6

10.  AUDI 4

##med2##