Kick-off: Litava ? Føroyar

Merkisvert samanfall, men á degnum, tá føroyska A-landsliðið í fótbólti vitjar Litava í HM undandysti, sessast tveir av okkara fremstu telvarum í Klaksvík International, í talvorrustu ímóti stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis úr Litava. Litaviskur meistari 2007 og nr. 2 í 2008.

 

Fryntligi Sulskis var sum unglingi partur av talvumhvørvinum í Sovjetsamveldinum, áðrenn múrurin fall og Litava gjørdist sjálvstøðug tjóð. Evnaríki telvarin úr Litava luttók í talvskúlanum hjá navnframa Botvinnik. Skúlin har bert tey allar bestu innan telvingina hava atgongd. Forkunnugt er tað, at ivaleyst besti telvari nakrantíð, Garry Kasparov, um somu tíð var partur í hesum umhvørvinum. Nevnast kann eisini, at Sulskis telvdi kvalifikatiónsdystir um HM-heitið í 1997, sum hann tó tapti ímóti Svidler. Bæði Kasparov og Svidler hava vitjað Føroyar í talvørindum.

 

Fyrrapartin kl. 10.00 hevur Martin Poulsen svarta fólkið í móti litavska stórmeistaranum, meðan Heini Olsen telvar, við hvíta fólkinum, kl. 18.00.

 

Fylgið LIVE-dekninginum ? leik fyri leik - á: www.faroechess.com.