Eydnan var misjøvn hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen í bundesliguni í dag.
Elias og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á útivølli 25-22 á botnproppinum, Potsdam sum beit væl frá sær í dag. Í steðginum var Potsdam á odda við einum máli, 11-10.
Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir.
Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt taptu á heimavølli heldur óvæntað 28-33 (14-17) fyri Rhein-Neckar Löwen,
Jóhan skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Kiel er nummar trý í deildini við 44 stigum. Teir eru fýra stig aftanfyri fremstu liðini, Füchse Berlin hjá Hákun West av Teigum og Melsungen, ið hava 48 stig hvør. Magdeburg og liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf hava 43 stig hvør, og á sætta plássinum hevur Flensburg 42 stig.