Týska liðið THW Kiel vann í kvøld finaluna í Champions League-hondbóltskappingini hjá monnum. Í finaluni spældi týska liðið ímóti spanska liðnum Atlético Madrid, og endin var, at týskararnir vunnu rættiliga trygt 26-21.
Tann stóri munurin á liðunum var franski málmaðurin hjá THW Kiel, Thierry Omayer, sum spældi ein sera góðan dyst.
Seinnapartin vann AG København 26-21 á týska liðnum Füchse Berlin í dystinum um triðja plássið.