Kierkegaard-kvøld á Háksúlanum

Tað eru í ár eru tvey hundrað ár síðan danski heimspekingurin Søren Kierkegaard (1813-55) varð føddur. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum »Kierkegaard kvøldi« á Háskúlanum í annaðkøvld klokkan 19:30

Danski heimsspekingurin, Søren Kierkegaard, sum varð føddur fyri 200 árum síðani, hevur við sínum ritverkum havt stóra ávirkan heilt upp í okkara tíð.

Á Kierkegaard-kvøldinum á Háskúlanum í annaðkvøld verða tveir røðarar, Meinhard Jensen og Theodor E. D. Olsen.

Fyrilesturin hjá Meinhardi Jensen kallast »Ein tunga, fleiri røddir«.

– Kierkegaard skrivaði undir dulnevnum, ikki fyri at krógva seg, men fyri at vísa á, at hann var í einum ávísum leikluti ella hevði eini ávís ørindi, tá hann tók sær eitt nýtt navn. Meinhard kemur eisini inn á, í hvønn mun vanliga fatanin, at Victor Danielsen var ávirkaður av Kierkegaard, er røtt.

Fyrilesturin hjá Theodori Olsen kallast »Kierkegaard – molar av heimspeki: eitt sindur um Kierkegaard sum kristnan hugsara«.

Tað eru Háskúlin og Fróðskaparsetriðm skipa fyri, og haðani verður heilsað, at øll eru vælkomin.