KÍF er føroyameistari

Vestmenningurin Magnus Müller tryggjaði KÍF føroyameistaraheitið við máli í evstu løtu.

Tað er mikil rómur og gott lag í Kollafirði í kvøld, har KÍF júst hevur tryggjað sær føroyameistaraheitið við 27-26-sigri á VÍF eftir ein framúr spennandi dystarenda. Fyrra finalan í Vestmanna skírisdag endaði við 26-26-javnleiki, og við tí var greitt, at vinnarin í dag gjørdist føroyameistari.

 

Liðini fylgdust væl fyrstu løtuna, men tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin byrjaði KÍF at bíta frá sær og vann sær eina trý máls leiðslu. Serliga var tað Hans Eli Sigurbjørnsson, sum beit frá sær og skeyt heili sjey mál í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 16-13 til KÍF.

 

Í seinna hálvleiki helt leiðslan sær leingi á trimum málum. KÍF økti til fýra máls leiðslu inn ímillum, men vestmenningar vóru raskir at svara aftur og at halda lív í vónini.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki slapp KÍF avstað og var á odda 22-17. Júst sum tað sá vónleyst út hjá VÍF fekk dysturin eina bráða vend. Tað, sum ikki riggaði hjá VÍF løtuna frammanundan, riggaði nú alt brádliga, og innan fáar minuttir minkaðu teir heilt niður í 22-21.

 

VÍF royndi ferð eftir ferð at fáa útjavnandi málið, men tað var ikki fyrr enn hálvur annar minuttur var eftir, at hetta eydnaðist – teir javnaðu til 25-25. Tony Weyhe gjørdi skjótt av og legði KÍF á odda aftur 26-25, men sum um tað var upplivað tveir dagar frammanundan, so javnaði 17 ára gamli Áki Egilsnes til 26-26 fyri VÍF tá ið fá sekund vóru eftir.

 

KÍF fekk eitt seinasta álop við 10 sekundum eftir av dystinum, og tað eydnaðist teimum at vinna sær eitt brotskast júst sum tíðin fór. Vestmenningurin, Magnus Müller, varð settur at skjóta, og hann setti bóltin í málið soleiðis at VÍF vann dystin 27-26 og nú kann kalla seg føroyameistara eftir ein ótrúliga spennandi dyst ímóti grannunum.

 

Besti málskjútti hjá kollfirðingum í dag var Andrias Nielsen við 10 málum, meðan Sámal Joensen skjeyt níggju mál fyri VÍF.

 

____________

 

Lesið beinleiðis dystarfrásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:

 

Liðugt: KÍF hevur vunnið 27-26. Við brotskasti í allar evstu løtu tryggjaði Magnus Müller KÍF sigurin og harvið eisini føroyameistaraheitið.

 

59min.: Javnleikur 25-25. Loksins eydnast tað VÍF at javna, nú ein rokmikil minuttur er fyri framman.

 

58min.: 25-24 til KÍF. Áki Egilsnes hjá VÍF hevur fingið eina dýra útvísing, nú VÍF í undirtali enn eianferð roynir at javna.

 

55min.: 24-23 til KÍF. VÍF hevur havt møguleikan at javna, men tekniskar villur sum fet hava kostað hjá VÍF.

 

52min.: 23-22 til KÍF. Mads Eriksen brýtur ígjøgnum og nú er bara eitt mál á muni!

 

49min.: 23-21 til KÍF. Áki Egilsnes minkaði niður í bara eitt mál, men Teitur Joensen økti til tvey máls leiðslu aftur. Ási Dam hjá KÍF hevur fingið útvísing, so nú kann VÍF taka av møguleikanum.

 

46min.: 22-20 til KÍF. Sámal Joensen fær mál umvegis brotskast og nú eru bara tvey mál á muni.

 

45min.: 22-19 til KÍF. KÍF førdi við fimm málum, men VÍF hevur svarað aftur við tveimum skjótum málum. Tað er við at verða seinasta útkall hjá VÍF.

 

42min.: 21-17 til KÍF. VÍF tveitir ov nógvar bóltar frá sær og tað dugir KÍF væl at revsa. VÍF-venjarin, Henrik Gerster, hevur biðið um time-out.

 

40min.: 19-17 til KÍF. VÍF byrjar at bíta frá sær og minkar um munin.

 

36min.: 18-15 til KÍF. Eli Muller, sum stóð sera væl í VÍF-málinum í fyrru finaluni, hevur at kalla einki tikið í dag og Niklas Simonsen hevur fingið møguleikan. Hann hevur havt nakrar góðar bjargingar.

 

34min.: 17-14 til KÍF. Rógvi Weyhe hjá KÍF hevur fingið enn eina útvísing.

 

Hálvleikur: KÍF er á odda 16-13 í hálvleikinum. Hans Eli Sigursbjørnsson hevur verið stóri spælarin í fyrra hálvleiki við heili sjey málum fyri KÍF.

 

28min.: 16-13 til KÍF. Heimaliðið, sum er ógvuliga beinleiðis í sínum spæli og ger skjótt av í álopunum, megnar at halda munin. Emil Dam í KÍF-málinum er atvoldin til, at VÍF ikki hevur minkað meiri um munin.

 

23min.: 14-11 til KÍF. Nú rennur KÍF avstað og hevur vunnið sær eina góða leiðslu. Rógvi Weyhe hjá KÍF hevur fingið útvísing, men Emil Dam ger umráðandi bjarging í skotroynd hjá VÍF.

 

7min.: Javnleikur 3-3. Tað er komið glið á málskjótingina alt fyri eitt. VÍF eru raskir at svara aftur, tá ið KÍF fær mál, og enn skilir einki liðini.


Undan dystinum: Eftir 26-26-javnleik í fyrra finaludystinum í Vestmanna er púra opið ímillum KÍF og VÍF. Vinnarin í kvøld gerst føroyameistari. Hóast hetta er eitt trupult stað at spæla, so ber til hjá VÍF – seinast VÍF vitjaði her vunnu teir stórt 38-30.