Liðugt: 24-21: Sveinur Justinussen varð feldur í gjøgnumbrotsroynd, men talan varð ikki um brotskast. Kollfirðingar fingu tvær útvísingar seinastu løtuna, men við eini fótparadu frá Emil Dam í seinasta sekundinum togaðu kollfirðingar seg í finaluna við regluni um fleiri mál skotin á útivølli.
59 min: 24-21: Hans Eli Sigurðbjørnsson skorar, eftir at strandingar vórðu dømdir fyri drál. Nú er KÍF á finalukós, men StÍF, sum hevur tikið time-out, hevur 20 sekund til seinasta álopið.
58.min (23-21) StÍF skorar upp á brotskast, men í næsta málinum skorar Rógvi Weyhe fyri KÍF.
58.min (22-20) KÍF skal vinna við minst trimum málum, men tað ilt at síggja hvar tey skulu koma frá í løtuni
56.min (22-20) Tíðin arbeiðir fyri StÍF. KÍF klárar ikki at fáa tiltikna skjóta spælið at rigga.
54.min (22-20) StÍF stríðist við at halda leiðsluni og so leingi hon ikki blívur fýra mál til KÍF, so er StÍF í finaluni. Marius Joensen minkar um munin til 22-20, og tað var hart tiltrongt fyri gestirnar
51 min: 21-19 Well well, her koma kollfirðingar. Nú føra teir við tveimum, meðan StÍF hevur fingið tvær útvístingar
48.min: 19-19 StÍF heldur fast í samlaðu leiðsluni. Teir skora hvørja ferð KÍF skorar. Kollfirðingar síggja ikki út sum eitt lið, ið vinnur við fýra í kvøld. Ikki uttan so, at orkan gongur undan StÍF
42 min: 16-17 Tað byrjar at blíva heitt á vøllinum. Serliga eru tað strikuspælararnir Borgar Danielsen og Tony Weyhe, sum hava hug at munnhøggast.
40 min: 16-16 Nicklas Selvig fingið reytt kort fyri tríggjar útvísingar. Hann fekk tvær í fyrra hálvleiki og eina júst nú. KÍF uttan ein lyklaspælara seinastu tjúgu minuttirnar
Verjurnar eru omaná í løtuni.
35 min: 15-15. Seinni hálvleikur er byrjaður eins og fyrri við nógvari ferð og liðini skiftast um at skjóta mál
Hálvleikur: 12-12. StÍF hevði eina trupla byrjan, men teir hava veruliga fótað sær, at og seinastu 20 minuttirnar hava teir vunnið sær sálarligu yvirvágina í dystinum. Eitt skifti vóru gestirnir á odda 10-7, men KÍF stríddi seg inn í aftur dystin
27.min: 11-11 Hans Eli Sigurbjørnsson javnar fyri KÍF, eftir at StÍF hevur verið omaná tað mesta av fyrra hálvleiki
12 min: 4-2: KÍF koyrir á í royndini at venda uppgerðini. Rasmus Junker hevur skotið trý av teimum fýra málunum hjá KÍF.
9 min: 3-1. Kollfirðingar hava koyrt á frá fyrsta bríksli. Gestirnir hava havt sera ilt við at fóta sær, og var tað ikki fyri Levi Nybo í StÍF-málinum, kundi munurin longu verið størri.