KÍF og VÍF eru á odda

Bæði KÍF og VÍF vunnu tryggjar sigrar í Atlantic Airways-deildini í dag.

Eftir eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, hava menninir hjá Neistanum nú tapt tveir dystir á rað. Í oddadystinum ímóti KÍF í Kollafirði í dag taptu teir greitt 30-25 eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 18-13 til KÍF. KÍF legði Neistan skjótt aftur um seg og sigurin var ongantíð í vanda. Bestu skjúttarnir hjá KÍF vóru Andrias Nielsen og Jákup Trygvason við hvør sínum sjey málum, meðan Herbjørn Lava gjørdist toppskjútti hjá Neistanum somuleiðis við sjey málum.


Team Klaksvík fekk enn einaferð ein vals, tá ið teir vóru á vitjan í Vestmanna hjá VÍF. VÍF vann knúsandi 43-26-stórsigur eftir at hálvleiksleiðslan var 21-11. Filip Jojic gekk á odda hjá heimaliðnum við 10 málum, meðan Zarko Pejovic gjørdi átta mál fyri Team Klaksvík.


Í gjár vann Kyndil 23-20 á heimavølli ímóti H71 eftir at teir vóru á odda 11-9 í hálvleikinum. David Edvardsen skeyt níggju mál fyri Kyndil, meðan Bogi G. Davidsen og Jónas Djurhuus skutu hvør síni fýra mál fyri H71.


Støðan í Atlantic Airways-deildini:


KÍF, 8 stig (5 dystir)

VÍF, 8 stig (6 dystir)

Kyndil, 6 stig (5 dystir)

Neistin, 6 stig (5 dystir)

H71, 4 stig (5 dystir)

StÍF, 4 stig (5 dystir)

Team Klaksvík, 0 stig (5 dystir)