Kikaratreff við Norðlýsinum

Fríggjadagin skipaði Sára Svartá Sørensen og 3-arin fyri túri við Norðlýsinum. Málið var at geva kundum møguleikan at royna kikarar

KIKARATREFF

Fríggjakvøldið tann 27. juni vóru eini 40 fólk við Norðlýsinum. Túrurin varð skipaður av Sáru Svartá Sørensen av Argjum, sum hevur gjørt serritgerð í sambandi við útbúgving sína sum fotohandlari. Serritgerðin er um at fáa ein størri umsetning av kikarum í 3-aranum.
Í sambandi við útbúgvingina skuldi Sára Svartá Sørensen skipa fyri einum aktiviteti, og besta hugskotið var at leiga gomlu sluppina Norðlýsið.
Sluppin legði frá klokkan 21 fríggjakvøldið, og siglt varð síðani útum Nólsoynna, har kikararnir blivu væl brúktir. Veðrið var á einari leið, men eitt sindur var av mjørka. Umborð fingu kundarnir ein góðan bita at eta. Sára hevði sjálv sandwich við, og Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, gjørdi fiskasúpan.
Seinni legði Norðlýsið at í Nólsoy, har gestirnir fingu sær ein lítlan gongutúr við kikarunum í hond.

Náttúruelskarar
Sára Svartá Sørensen vónaði at fáa náttúruáhugaði fólk at koma við á túrin, og hon hevði lýst túrin í bløðunum, hongt plakatir upp, og deilt flyers út. Túrurin kostaði einki, og tí var ikki torført at fáa fólk við.
Túrurin vardi í tríggjar og ein hálvan tíma, og Sára Svartá Sørensen seldi onkran kikaran.