Kim Hansen ? ein yrkis tónleikari

Vit kenna hann øll, og neyvan er nakar føroyingur, ið ikki hevur sæð hann framført í onkrum samanhangi. Kim Hansen greiðir frá, hvussu hann er blivin ein yrkis tónleikari Í Rás2 í morgun, var víðagitni klavermaðurin Kim Hansen á vitjan í rásarúminum.

Hann greiddi millum annað frá, hvaðani hansara stóra talent sum klaverspælari upprunaliga byrjaði.

 

-Eg hevði mjadnatrupulleikar sum barn, og tá í tíðini skuldi man ikki røra seg nógv, um man hevði hendan trupulleika, hóast man nú veit, at tað er júst tað man skal gera. Men hetta var so orsøkin til, at eg nýtti nógva tí frammanfyri klaverinum sum barn, greiðir Kim Hansen frá.

 

Vil ikki verða í front

Hóast Kim Hansen telist millum bestu tónleikararnir í Føroyum, so hevur hann kortini bert givið eina uppsamlingsfløgu út sjálvur. Hann spælir tó á einari ørgrynnu av øðrum føroyskum fløgum, men Kim hevur ongar ætlanir um at útgeva nakað einsamallur.

 

-Eg havi ikki tørv á at verða í front. Mær dámar væl at spæla tónleik, og so leingi sum eg sleppi at gera tað, so vil eg helst verða tann í bakgrundini, heldur enn tann, ið skal hava eina meining um alt, sigur Kim Hansen.

 

Livir av tónleikinum

Hóast Kim ikki hevur givið nógvar fløgur út einsamallur, so er hann kortini ein teirra, ið kann liva bert av tónleikinum.

-Eg spæli við nógvum ymiskum tónleikarum, bæði til dans, konsertir og í studio, og eg klári at liva av tónleikinum, hóast eg eri glaður fyri at hava eina konu, ið hevur eitt fast starv, greiðir Kim Hansen skemtiliga frá.

 

Í kvøld spælir Kim Hansen á Hvonn saman við Jens Marna Hansen, og í oktobur byrjar hann enn eitt forkunnugt samstarv við stórskemtaran Jákup Veyhe.