Kim: HB er størsta og søguríkasta felagið í Føroyum

Nýggi venjarin hjá HB sigur heimasíðuna hjá OB, at hann er fegin um, at hann er sloppin til størsta og søguríkasta felagið í Føroyum, nú HB hevur kunngjørt fyrrverandi U19 venjan, Kim Engstrøm

Nýggi venjarin hjá HB sigur heimasíðuna hjá OB, at hann er fegin um, at hann er sloppin til størsta og søguríkasta felagið í Føroyum, nú HB hevur kunngjørt fyrrverandi U19 venjan, Kim Engstrøm.

 

- Eg síggi hetta sum eitt stórt stig fyri meg í míni venjarayrkisleið. Eg gleði meg at sleppa í gongd. Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki fyri meg. Eg komi til absolut størsta og søguríkasta felagið í Føroyum, sum hvørt ár spælir um meistaraheitið. Hartil er talan um eitt felag, sum regluliga spælir í Evropa. Í summar skulu vit spæla í UEFA Conference League, sigur Kim Engstrøm við heimasíðuna hjá OB.

 

HB og Kim Engstrøm hava gjørt ein trý ára sáttmála. Kim Engstrøm hevði sáttmála fram til 2024 við OB, men felagið vildi ikki standa í vegin fyri hesum møguleikanum. Tí kann Kim Engstrøm byrja beinanvegin.