Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er ikki á vallistanum hjá Siumut til komandi fólkatingsval. Tað er greitt aftaná, at flokkurin hevur kunngjørt valevnini til komandi val.
Sambært grønlendska kringvarpinum KNR eru tey fýra í tali, ið bjóða seg fram fyri stjórnarflokkin. Tey eru 25 ára gamli Ineqi Kielsen, fyrrverandi tinglimur fyri Siumut, 43 ára gamli Jens-Erik Kirkegaard, ið er fyrrverandi ting- og landsstýrismaður fyri flokkin, 33 ára gamla Ulrikka Holm, ið starvast sum seksologur, og 22 ára gamla Aki Mathilda Høegh Dam, ið júst hevur lokið prógv sum bachelor innan stjórnmálafrøði á Københavns Universitet.
Kim Kielsen stillaði heldur ikki upp til fólkatingsvalið í 2015, men eydnaðist tað tá flokkinum at vinna annað umboðið. Aleqa Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinnan í Grønlandi, fekk flest atkvøður fyri flokkin og vann sessin á Christiansborg. Eitt ár seinni bleiv hon tó koyrd úr flokkinum vegna eina gølu um misbrúk av gjaldskortinum, ið hon hevði fingið frá Fólkatinginum.
Javnaðarflokkurin hevur enn ikki boðað frá, um Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður millum valevnini til komandi fólkatingsval, men í Føroyum er vanligt, at løgmaður er at finna á vallistanum, tá føroysku flokkarnir kappast um eitt av teimum báðum føroysku umboðunum á Christiansborg.