Kim Kielsen er aftur á skúlabonki

Hann er útbúgvin løgreglumaður, og hann er fyrrverandi landsstýrisformaður. Men, dreymurin er enn einaferð at gerast skipsoffiserur.

Her er tað Eyðun Berth Jacobsen sum er lærari. Útbúgvingin er fiskiskipari á 3. stigi, sum tað verður rópt. Mynd: KNR

 

 

Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, 54 ára gamli, Kim Kielsen, eru aftur farin á skúlabonk. Hann tekur nú eitt hálvt árs skeið á sjóvinnuskúlanum í grønlendska høvuðsstaðnum, Grønlands Maritime Skole.

 

Sjálvur sigur hann, at tað er ein ungdómsdreymur, hann nú er farin í holt við, og hann sigur seg stórtrívast aftur á skúlabonki. Umframt at hava verið uppi í politikki í fleiri ár, er Kim Kielsen eisini útbúgvin løgreglumaður.

 

- Hetta er nakað heilt annað enn lívið sum politikari og løgreglumaður, og her lærir tú um onnur ting, sigur hann.

 

Málið hjá fyrrverandi landsstýrisformanninum er sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, sum hevur vitjað á sjóvinnuskúlanum, at gerast tað, sum rópt verður "skipsoffiserur".

 

Hetta er ein tvídeild útbúgving, soleiðis at tú bæði kanst starvast sum maskinmeistari og skipsførari, og útbúgvingin byrjar við einum seks mánaða grundskeiði, sum bæði fevnir um ástøði og tað praktiska.

 

Men, hetta er eisini ein útbúgving, sum tilsamans tekur nøkur ár - um fyrrverandi landsstýrisformaðurin skal gerast skipsoffiserur.

 

Skúlin byrjaði í endanum av juli mánaði, og gongst sum ætlað verður Kim Kielsen liðugur við grundskeiðið hin 17. desember í ár, um hann megnar royndirnar. Tá kann hann rópa seg fiskiskipari á 3. stigi.

 

Men, tá er framvegis langur vegur hjá honum at fremja sín ungdómsdreym í verki.

 

Farloyvið, sum hann hevur í grønlendska landstinginum, gongur út hin 30. november - sama dag, sum hann verður 55 ár, og sambært KNR ætlar Kim Kielsen at halda fram í landstinginum restina av valskeiðnum.

 

Longu sum blaðungur, var Kim Kielsen við skúlaskipinum, Danmark, har hann tók eina grundútbúgving, og tá hevði hann eisini ætlanir um at taka eina útbúgving sum skipsførari í Danmark.

 

Hann var sloppin inn at lesa til skipsførara, men av ymiskum orsøkum gjørdist tað av ongum. 

 

Nú er so fyrrverandi landsstýrisformaðurin og útbúni løgreglumaðurin aftur á skúlabonki, og tíðin fer at vísa, um Kim Kielsen um nøkur ár fer at kunna rópa seg skipsoffiserur.

 

 

 

Her er tað Eyðun Berth Jacobsen sum er lærari. Útbúgvingin er fiskiskipari á 3. stigi, sum tað verður rópt. Mynd: KNR