Kim Simonsen nógv jørn í eldinum

- Eitt av tí, sum var ringast í 2013, var, at samkynd ikki fáa síni rættindi, sigur Kim Simonsen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

- At skriva og útgeva mína næstu bók, ið er eitt yrkingasavn, sum Mentanargrunnur Studentafelagsins hevur givið út. Savnið kallast "Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesu megin hetta áratúsund". Tað var eisini stórt bæði at fáa eitt nýtt granskingarstarv á einum av bestu deildunum innan mítt øki í heiminum, nevniliga á Amsterdams Universiteti. Samstundis gjørdist eg leiðari fyri eitt netverk við eini tríati granskarum og øðrum, sum skal arbeiða í trý ár við einari verkætlan.

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

- Tað var at vera á skriviuppihaldi á Gotlandi í Svøríki á Baltic Writers Centre í góðar tríggjar vikur. Tá eg kom, var várið nærum ikki komið, og tá eg fór, var hásummar. Tað var eisini har, eg skrivaði mítt yrkingasavn liðugt. Tað er helst tí, at tað er so nógv um sjógv og vøtn í savinum. G! Festivalurin var eisini í ár hugnaligur. Og so at búleikast so nógv aftur í Gøtu, har eg hvønn dag hoyri aldurnar frá sandinum og kann ganga túrar á sandinum, ið broytist hvønn dag.

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

- Tað, sum var ringast, var m.a., at tey samkyntu hjá okkum ikki fáa teirra rættindi, og at politiska skipanin í Føroyum (sum hon er nú) hevur nærum einki álit millum manna.

Hvat ynskir tú tær í 2014?

- Avbjóðingar á arbeiðnum. At fáa enn eitt yrkingasavn út. At mín familja skal trívast, og at vit øll koma at hava eitt gott ár, sigur Kim Simonsen.