kimið og spælið

Tað er aftur vorðið modernað at spæla. Borðspølini ganga sum heitt breyð, men tað eru eisini fleiri spøl, har lítið og einki krevst uttan gott lag og selskap. Jólini eru tíðin til innandurahugna við familjuni, og tað er gott at duga onkur spøl, sum øll kunnu savnast um. Her eru nøkur hugskot.

-----
Hvat sigur tú um x?
3+ persónar
Her snýr tað seg um at gita ein persón, og her kunnu sjálvt heilt smá børn vera við.
Tann, sum skal finna x, fer út. Restin velur ein persón, sum skal vera x. Tá semja er fingin um, hvør x skal vera, kemur tann, sum fór út, innaftur og byrjar at spyrja spurningar, sum skulu peila hann inn á, hvør x kann vera. Til dømis: »Er x ein kona«, »hevur x ljóst hár«, »er x inni her«. Onkur hevur til ábyrgd at telja, hvussu nógvir spurningar verða nýttir, og tann, sum klárar at finna x við fægstum spurningum, vinnur.


---

Margrethu-skálin

4+ persónar
Eitt sera stuttligt spæl við tveimum liðum, har tað ræður um at kappast og gita.
Øll savnast um eitt borð. Pennar og pappír verða útflýggjað, og øll skriva so nøvnini á nøkrum kendum persónum á smáar seðlar, eitt navn á hvønn seðil. Seðlarnir verða bukkaðir saman og lagdir í eina stóra skál ella ein bolla.
Spælið byrjar við, at ein persónur tekur ein seðil. Uppá 30 sekund skal viðkomandi greiða frá um navnið á seðlinum, soleiðis, at tey, sum eru á liðnum klára at gita tað. Tað er sjálvandi ikki loyvt at siga nakran part av navninum. Gita tey rætt, áðrenn tíðin er farin, skal viðkomandi taka ein nýggjan seðil og fær aftur 30 sekund. Soleiðis heldur tað á, inntil liðið ikki klárar at gita.
Tá tey ikki gita rætt, fær mótstøðuliðið møguleika at gita, og so eiga tey tørn at taka ein seðil. Tá bollin er tómur verður talt upp hvussu nógvar seðlar liðini hava fingið.
Sìðani verða somu seðlarnir bukkaðir saman aftur og lagdur í bollan aftur.
Í næsta umfarinum er bara loyvt at lýsa navnið á seðlinum við eittans orði. Tá allir seðlarnir eru gittir verður aftur talt saman, og tað verður so lagt saman við úrslitinum frá seinasta umfari.
Seðlarnir verða aftur lagdir í skálina, og nú er bert loyvt at mima.
Til ber at hava fleiri umfør, til dømis við at syngja sangir, ið kunnu fáa fólk at gita, ella við kroppinum at gera eina standmynd, sum kann beina fólk inn á navnið. Tá er ikki loyvt at flyta seg, eftir at standmyndin er gjørd.

Eftir hvørt umfar verða seðlarnir taldir upp, og tað liðið, sum samanlagt hevur gitt flestar seðlar, vinnur.
----------

Sangspæl

Eitt stuttligt spæl, sum snýr seg um at hugsa skjótt og syngja. Fyri 2 + persónar.

Tann, sum byrjar, syngur eina reglu úr einum sangi, til dømis:
I'm dreaming of a white christmas

Nú ræður um hjá tí næsta skjótt at finna eina sangreglu, sum inniheldur tað orðið, tann fyrri luttakarin endaði við - í hesum førinum christmas - til dømis:
Christmas time, mistletoe and wine

Tann triði tekur so yvir við seinasta orðinum - í hesum førinum wine - til dømis:
Red, red wine - stay close to me..

Og soleiðis koyrir tað víðari við tí seinasta orðinum, inntil ein luttakari ikki kemur á ein sang. Viðkomandi kann so koyrast úr spælinum. Um tit ikki vilja seta luttakarar uttanfyri spælið ber til at geva straffistig, og tá ræður sjálvsagt um at fáa fægst stig tilsamans. Avtalast má frammanundan, hvussu langa umhugsunartíð tit hava at finna eina sangreglu. Skal avbjóðingin gerast størri ber til at siga, at tann, sum tekur yvir, skal byrja við tí orðinum, sum tann undanfarni endar við.

--------
At senda drunn er eitt gott, gamalt føroyskt spæl, sum aftur átti at komið til heiður og æru. Fyri 2+ persónar.
Tað er stuttligt og avbjóðandi, serliga um tað eru fólk til staðar, sum duga væl at bera upp á rím. Hóast drunnur nú ikki er í hvørjum hjalli, so ber til at brúka hvat sum helst at senda runt: eina skeið, eina fløsku ella eina mandarin. Tann, sum fær lutin, skal gera eitt stutt rím til tann, sum viðkomandi sendir drunnin víðari til. Jóan Pauli Joensen hevur millum annað hetta dømið um at yrkja yvir drunni: "Hesin drunnur er ikki av kúgv, eg sendi hann til Janus á Brúgv". Tað gerst stuttligt, tá fólk fara at yrkja um eginleikar, sereyðkenni og annað, men ansið eftir ikki at fornermað hvørt annað.



--------
Prei til jólaspølini: Minnist til at lata teir ringu tapararnar vinna. Eitt spæl skal jú helst ikki oyðileggja tann góða jólafriðin.