Í dag eru fleiri kristin í Kina enn nakra aðrastaðni í heiminum. Hesi tølini koma fram, samstundis sum ein kann hátíðarhalda at 200 ár eru liðin síðani fyrsti protestantiski trúboðarin kom til hetta stóra landið.
- Tað er ótrúligt, tað sum er hent í Kina síðani mentanarkollveltingin steðgaði, staðfestir Balcombe.
Valdsharrarnir kalla seg framvegis kommunistar, men teir hava latið landið upp fyri Gudi á ein slíkan hátt sum hevði verið óhugsandi í 60 og 70’unum, tá gerandisdagurin varð merktur av kollvelting, eldsásetingum á kirkjur og avrætting av kristnum.
Myndugleikarnir meta ikki longur kirkjurnar sum eina hóttan. Teir meta hinvegin tey kristnu sum friðarmenniskju, og siga, at har sum samkomulívið er virkið, er samfelagið tað eisini.
Í einstøkum býum eru meiri enn helmingurin trúgvandi. Møtir verða hildin og kunnu vara heilt upp í seks tímar.
- Fleiri enn 60 prosent av boðarunum eru kvinnur, sigur Balcombe.
Kristinlívið í síni heilt er trupult at gera eitt yvirlit um. Fleiri kirkjur eru skrásettar, aðrar ikki og tær finnast í øllum støddum.
Summar av kristnu kirkjunum halda til í stórum kirkjubygningum, sum myndugleikarnir nú hava givið aftur til tey kristnu.
Aðrar kirkjur hava møtir síni í skúlum, heimum, arbeiðsplássum og enntá eisini í úthúsum. Tey kristnu ynskja snøgt sagt bara at koma saman at lovprísa Gudi.
- Tað ljóðar og kókar av Guds ríki allastaðni í Kina, staðfestir Dennis Balcombe.