Ein umfatandi og ræðandi ST-frágreiðing fer eftir øllum at døma ikki at broyta nakað við handfaringini hjá Kina í verðurlagskreppuni.
Tað skilst á kinesiska uttanríkisráðnum í stuttum boðum.
– Kina hevur lagt dent á at raðfesta eina burðardygga og grøna menning við lágum CO2-útláti,, skrivar ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið í eini fráboðan til tíðindastovuna AFP.
Í boðunum verður ikki lagt upp til, at Kina fer at seta nýggj tiltøk í verk.
Kina er hevur heimsins størsta CO2 útlát. Landið stendur sambært altjóða statstikbankanum statista fyri yvir einum fjórðingi av útlátinum.
Kinesiska stjórnin hevur sett eitt mál um, at landsins CO2 útlát skal byrja at falla seinast frá 2030. Landið skal vera CO2 neutralt í 2060.
Frágreiðingin frá veðurlagspanelinum hjá ST, IPCC, sum kom í gjár, sær fyri sær ein døkka framtíð við millum annað ekstremum hita og stórum vatnflóðum.
Tað hevur fingið fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar at koma við áheitanum um at gera taka eitt eyka tak ímóti alheims upphiting.
Sambært IPCC verður roknað við, at miðal hitin næstu 20 árini fer at hækka í minsta lagi 1,5 stig samanborið við støðuna fyri 1900.
Harvið verður trupult at røkka Parísavtaluni frá 2015.
Tá vóru næstan 200 lond á ST veðurlagsfundi í franska høvuðsstaðnum, Paris, samd um at avmarka alheims hitavøkstur til 2,0 stig og helst 1,5 stig í hesari øldini.
Vatnflóðir í fleiri pørtum av heiminum hava seinastu tíðina verið við til at seta fokus á nakrar av avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Eisini Kina hevur verið hart rakt av sera nógvum avfalli.
Í gjár vórðu yvir 80.000 fólk soleiðis flutt burtur í kinesiska landspartinum Sichuan vegna nógv regn og vatnflóð.
/ritzau/AFP