Kina keypir minni laks úr Noregi

Norskir laksaútflytarar kenna nú sviðan av, at norska Nobel-nevndin gjørdi av at lata kinesiska andstøðinginum Liu Xiaobo ársins friðarheiðursløn. Norski laksaútflutningurin til Kina er minkaður meiri enn eina helvt, og útflytararnir hava javnan trupulleikar við at tollavgreiða vørurnar til Kina. Tað skrivar Fiskeribladet/Fiskaren.

Blaðið skrivar, at teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur Noreg útflutt 2.143 tons av feskum laksi til Kina ímóti 5.410 tonsum somu mánaðir í fjør. Eitt nú keyptu kinesarar bara 78 tons av aldum laksi úr Noregi í februar í ár aftur ímóti 783 tonsum í februar í 2010.

Samstundis sum norski laksaútflutningurin til Kina minkar í stórum, hava kinesarar innflutt munandi meiri laks úr Kanada og Skotlandi. Sambært Fiskeribladet/Fiskaren hava teir skotsku útflytararnir ikki somu trupulleikar við tollavgreiðslu í Kina sum teir norsku.