Kina rak amerikanskt herskip úr kinesiskum sjógvi

- USS Millus ger rutinuuppgávur, og USA fer at halda fram við at flúgva, sigla og vera um øll høv, har landið hevur loyvi til tess sambært fólkarættinum, sigur amerikanska herflotaleiðslan.

Fyri aðru ferð í tvey samdøgur á rað sigur kinesiska verjumálaráðið, at Kina hevur jagstrað eitt amerikanskt herskip úr kinesiskum sjógvi.

 

Verjumálaráðið í Beijing upplýsir í dag, at talan í báðum førum er um amerikanska herskipið og oyðaran, USS Millus. 

 

Herskipið var sambært verjumálaráðnum komið inn í kinesiskan sjógv har suðuri í Kinesiska Havinum við Paraselloyggjarnar.

 

- Vit krevja, at USA í stundini steðgar slíkum atgerðum. Annars kann hetta fáa álvarsligar og ókendar fylgir, sigur eitt talsfólk fyri kinesiska verjumálaráðið.

 

Men, í USA vóru tey skjót at svara aftur boðunum úr Beijing. Her varð sagt, at skipið hevði brúkt síni rættindi at sigla í Kinesiska Havinum, nærindis Paraselloyggjunum.

 

Í kinesiska verjumálaráðnum siga tey, at USS  Millus eisini hósdagin var um hesar leiðir, men tá segði USA, at talan var um ósonn tíðindi.

 

- USS Millus ger rutinuuppgávur, og USA fer at halda fram við at flúgva, sigla og vera um øll høv, har landið hevur loyvi til tess sambært fólkarættinum, sigur amerakanska herflotaleiðslan.