Kina skrivar søgu við væleydnaðari Mars-lending

Ein kinesiskur rúmdarbilur, nevndur »Zurong«, skal nú millum annað leita eftir lívi á Reyðu Gongustjørnuni.

Kina hevur fyri fyrstu ferð í søgu tjóðarinnar framt eina væleydnaða lending á Mars. Hesa myndina av reyðu gongustjørnui hevur rúmdarakfarið »Preservance« tikið. (Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Eii ómanna kinesiskt rúmdarfar hevur í nátt okkara tíð lent á gongustjørnuni Mars.

 

Tað upplýsir kinesiski ríkismiðlin Xinhua, sum boðar frá, at lendingin gekk sum ætlað.

 

Kinesiska rúmdarumsitingin upplýsit í gjár, at Rumdarfarið HTianwen-q« fór at royna at lenda á Mars millum 15. og 19. mai alt eftir veðurumstøðunum.

 

Við hesi væleydnaðu lendingini verður Kina triðja tjóð í søguni eftir Sovjetsamveldið og USA at lenda á Mars.

 

Tað er fyrsta sjálvstøðuna Mars-ætlan hjá Kina.

 

Rúmdarsondan fór í ringrá sum Mars miðskeðis í februar. Tað hendi eftir eina ferð upp á gott eitt hálvt ár.

 

Tað var ætalð, at rúmdarsondan ikki skuldi royna at lenda á Mars fyrr enn hon í nakrar mánaðir hevði verið í ringrás um gongustjørnuna.

 

Við umborð er tann 240 kilo tungi rovarin – ein bilur gjørdur til at kunna koyra á jarðskorpuna á Mars – sum tey kalla »Zhurong«.

 

Hann skal kanna skorpuna á Mars í 90 dagar og millum annað leita eftir teknum um lív.

 

Tá »Tianwn-1« varð sendur avstað í júli í fjørð, markeraði hann ein hornastein í rúmdarætlanini hjá Kina. Kina sær rúmdarætlanin asum ein møguleika fyri at markera seg millum leiðandi tjóðir á økinum.

 

Lendingin á Mars verður mett sum »sjey minuttir ræðsla«. Tað er tí, at tað hendir skjótari, enn radiosignalini kunnu røkka Jørðina frá Reyðu Gongustjørnuni. Tí vita tey ikki, um tað hevur gingið væ, fyrr enn alt er yvirstaðið.

 

Fleiri amerikanskar, russiskar og evropiskar royndi r upp á at lenda við akfari á Mars hava fyrr miseydnast. Tað hendir seinast í 2016, tá ein felags russiks-evropisk lending miseydnaðist.

 

Seinasta lending, sum gekk væl, far í februar. Tá eydnaðist tað amerikanska rúmdarumsitinginia, NASA, at lenda við rúmdarakfarinum »Preservance«.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Kina hevur fyri fyrstu ferð í søgu tjóðarinnar framt eina væleydnaða lending á Mars. Hesa myndina av reyðu gongustjørnui hevur rúmdarakfarið »Preservance« tikið. (Arkivfoto) - Foto: Handout/Ritzau Scanpix