Rebiya Kadeer er ein vælkend handilskvinna frá sjálvstýrandi landspartinum Xin-jiang Uighur (XUAR) í Kina, og móður at 10 børnum. Í 1995 var hon limur í almennu nevndini hjá Kina í fjórðu heimsráðstevnuni fyri kvinnur, ið varð hildin í Beijing. Ein kvinna sum bæði kinesisku kvinnurnar og kvinnur úr øllum heiminum løgdu merki til á ráðstevnuni.
Sum fyrrverandi limur av politisku ráðgevandi ráðstevnuni hjá fólksins Kina1 og sum mest framstandandi kvinnan í etniska uighurminnilutanum í Kina, hevur Rebiya Kadeer gjørt eitt týðandi arbeiði fyri kvinnurættindunum í landinum. M. a. skipaði hon í 1997 rørsluna ?The Thousands Mothers Movement?, sum møguliga var tað týdningarmiklasta stigið í Kina, síðani Heimsráðstevnan fyri kvinnur hjá ST um at fremja rættin hjá og at útvega arbeiði til kvinnuliga etniskar minnilutar fór fram í 1995. Hetta tiltak var serliga umráðandi í einum landsparti sum XUAR, sum var minst menti landsparturin í Kina.
Í 1997 var rætturin at ferðast frítt tilvildarliga frátikin Rebiyu Kadeer, tá stjórnin tók passið frá henni. Hon kom harafturat útfyri ágangi frá løgregluni, sum førdu størri avmarkingar við sær. Hesi tiltøk frá stjórnini vóru eyðsýniliga ætlaði at leggja trýst á mann hennara - ein fyrrverandi politiskur fangi, sum livdi uttanlanda - fyri at steðga honum at skriva atfinningasamar almennar frágreiðingar um, hvussu Kina fór við uighurunum - muslimski minnilutin í landspartinum. Rebiya Kadeer varð soleiðis at meta sum ein ?gíðsli?, og noktað útferðarloyvi at vitja mann sín og børnini. Handilsvirkið hennara leyð eisini av revsingunum, myndugleikarnir góvu henni.
11. august 1999 varð hon handtikin í Urumqi, høvuðsstaðnum í XUAR, tá hon varð á veg at hitta ein bólk av amerikonskum vitjandi úr ráðstevnukanningarnevndini hjá USA. Hon hevur síðani sitið í varðhaldi í Liudaowan fongslinum, sum er tiltikið fyri pínslu og vánaliga viðferð av fangum. Í september 1999 varð hon endaliga ákærd fyri ?at leka loyniligar upplýsingar til fremmand?. Hildið verður, at ákæran hevur samband við ætlaða fundin hjá bólkinum úr ráðstevnukanningarnevndini. Tað er ikki kent, at Rebiya Kadeer hevði nakra atgongd til upplýsingar, sum løgliga kunnu kallast ?statsloyndarmál?. Heldur ikki hevur hon luttikið í nøkrum andstøðupolitiskum tiltøkum. Nú verður sagt frá, at Rebiya Kadeer líðir undir vánaligari heilsu í varðhaldinum.
Ein sonur Rebiyu, Ablikim Abdiriyim, og skrivari hennara, Kahriman Abdukirim, vórðu eisini handtiknir sum somu tíð sum hon. Eisini teir eru ákærdir fyri ?at leka loyniligar upplýsingar til fremmand? ella ?fólk uttan fyri landamarkið?. 20. november 1999 varð Ablikim Abdiriyim settur í tvey ára ?endurútbúgving við arbeiði? (ein fyrisitingarlig revsing, sum verður ásett av eini stjórnarligari nevnd uttan ákæru ella rættargongd), og Kahriman Abdukirim fekk trý ára ?endurútbúgving við arbeiði?. Sagt verður frá, at báðir hava verið illa viðfarnir í varðhaldinum.
Tíðliga í desember 1999 viðgjørdi ein rættur í Urumqi ákæruna móti Rebiya Kadeer, men noktaði at sakin kundi roynast í rættinum og sendi hana aftur til ákæruvaldið. At senda sakina aftur til ákæruvaldið er ein mannagongd, ið ofta verður nýtt í Kina, tá skuldarspurningurin ikki er nóg greiður, ella illgrunin ov lítil at tryggja dómfelling, serliga í politiskum føri. Henda mannagongd merkir tó ikki, at rætturin ógildar sakina. Hetta merkir, at ákæruvaldið skal endurskoða sakina. Í sakum, ið hildnar verða týdningarmiklar, verður henda mannagongd eisini nýtt sum ein undanførsla at loyva ráðføring við viðkomandi politiskar myndugleikar. Sambært óalmennum keldum, er sakin hjá Rebiyu Kadeer send til myndugleikarnar í Beijing til avgerðar. Hetta tykist at vísa, at prógvini móti Rebiyu Kadeer ikki eru nóg greið at skuldseta hana, og at hennara søk verður hildin at hava ov stóran týdning at verða avgjørd av landsparta myndugleikum.
Rebiya Kadeer er samvitskufangi.
Hvat kanst tú gera?
Skrivað til kinesisku myndugleikarnar, og minn teir á málið við Rebiya Kadeer, bið myndugleikarnar lata bæði hana, son hennara Ablikim Abdiriyim, og skrivara hennara Kahriman Abdukirim leys beinanvegin, ti tey eru samvitskufangar. Skrivað til hesar adressur (Tað ber væl til at skriva longri enn víst í døminum):
1Politiska ráðgevandi ráðstevnan hjá fólksins Kina (CPPCC) varð skipað, áðrenn fólksins lýðveldi Kina varð stovnsett. Teir 4.000 liminir ?umboða? bólkar av uttanlanda kinverjum, vísindafólki, trúðarbólkum o.s.fr. Har eru landsparta- og bygdabólkar av CPPCC. Vanliga hittast bólkarnir eina ferð um árið um somu tíð sum fólksins tjóðarráðstevna (tingið), og er ein staður at koma við sínum meiningum og (spakførum) atfinningum at flokkinum. CPPCC hevur onki formligt vald.
President of the People?s Republic of China
JIANG Zemin Guojia Zhuxi
Beijingshi
People?s Republic of China
Byrjað brævið við: Your Excellency
Chairman of the Xinjiang Uighur Autonomous Regional People?s Government
ABDULAHAT Abdurixit Zhuxi
Xinjiang Weiwuer Zizhiqu Renmin Zhengfu
2 Zhongshanlu
Wulumuqishi 830041
Xinjiang Weiwuer Zizhiqu
People?s Republic of China
Byrjað brævið við: Dear Chairman
Chief Procurator of the Xinjiang Uighur Autonomous Regional People?s Procuratorate
MAIMAITI Yusufu Jianchazhang
Xinjiang Weiwuer Zizhiqu Renmin Jianchayuan
Wulumuqishi
Xinjiang Weiwuer Zizhiqu
People?s Republic of China
Byrjað brævið við: Dear Sir
Brævadømi:
In the Faroe Islands we have recently heard reports of minors being held in prisons in the Peopleís Republic of China.
Rebiya Kadeer is a prisoner of conscience detained arbitrarily solely for the peaceful exercise of fundamental human rights and her association with her husband. The charges brought against her are believed to be entirely unfounded and politically motivated.
For political reasons, the government has banned the îThousands Mothers Movementî initiative, and then proceeded to impose restrictions on and the arrest Rebiya Kadeer.
I therefore kindly ask you, mr. chairman Abdulahat, to immediately and unconditionally release Rebiya Kadeer, as well as her son, Ablikim Abdiriyim, and her secretary, Kahriman Abdukirim. Amnesty International considers all three to be prisoners of conscience.
Please ensure that Rebiya Kadeer, Ablikim Abdiriyim and Kahriman Abdukirim, while in custody, are being treated in accordance with international standards for the treatment of prisoners; that the will not be ill-treated and will receive all necessary medical care to ensure they remain in good health while detained.
Yours sincerely