Kinesarar gera støðugt fleiri íløgur í Evropa, og teir gera nú fleiri íløgur her, enn evropear gera í Kina. Tað vísir ein uppgerð, sum ráðgevafyritøkan PriceWaterhouseCoopers hevur gjørt.
Í henni sæst, at í fyrsta ársfjórðingi í ár keyptu kinesiskir íleggjarar 32 evropeiskar vinnufyritøkur, og at í sama tíðarbili keyptu evropeiskir íleggjarar 26 vinnufyritøkur í Kina. Uppgerðin vísir eisini, at í pengum vóru tær kinesisku íløgurnar í Evropa størri enn tær evropeisku í Kina.
Í 2006 keyptu kinesarar 11 fyritøkur í Evropa, og í fjør kom talið heilt upp á 61. Evropearar keyptu 163 kinesiskar fyritøkur í 2006 og 85 í fjør.
-Teir kinesisku íleggjararnir eru til reiðar at rinda meiri fyri at røkka sínum málum, og teir halda ofta eygað við, um tann evropeiska tøknin kann brúkast í Kina, ella um íløgurnar kunnu geva nýggjar marknaðir, sigur Jussi Taipale, sum stendur á odda fyri teirri finsku Kina-deildini hjá PriceWaterhouseCoopers.