Stórur vandi er fyri vatnflóð í jarðskjálvtaøkinum í Kina Í Kina hevur stjórnin givið boð um at flyta meiri enn eina millión fólk burtur frá einum vatni í útsynningspartinum av landinum, tí vandi er fyri vatnflóð.
Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at Tangjiashan-vatnið er vaksið ógvuliga nógv síðani tann harða jarðskjálvtan fyrr í mánaðinum.
Sum skilst hava 1,3 millión fólk fingið boð um at rýma burtur frá vatninum.