Økingin langt frá nóg mikið

- Økingin í játtanini til fólkaskúlan komandi ár er ein byrjan, men hon er langt frá nóg mikið til at fáa fólkaskúlan uppá eitt nøktandi støði. Nógv tann størsti parturin fer til lógarásettar bindingar, og lítið er eftir til sjálvan fólkaskúlan, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

 

FÓLKASKÚLIN

Økingin í játtanini til fólkaskúlan komandi ár í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, er tann størsta í nógv ár. Umframt lønarhækkingarnar er talan um eina meirjáttan á umleið 14 mió. krónur, har økt sernámsfrøðiligt virksemi er íroknað. Meginparturin av økingini í játtanini fer til útreiðslur sum eftirløn, starvsaldurbroytingar, meirútreiðslur sambært semju millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Í alt umleið 6-7 mió. krónur. Restin fer til at hækka støðið í fólkaskúlanum við í mun til í ár, verður sagt.

- Í grundini fer nógv tann størsti parturin til lógarásettar bindingar. Lítið er eftir til sjálvan fólkaskúlan. KT-vørðar eitt nú er eitt dýrt øki, hetta er ikki komið í gongd enn, freistin er 1. januar og hesum er als ikki tikið hædd fyri í komandi fíggjarlóg, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

- Tá ið vit hyggja at øðrum økjum, sum eisini tørvar pengar, kunnu vit ikki vænta, at játtanin til fólkaskúlan økist uppá støðið hon eigur at vera. Økingin er ein byrjan, men hon er langt frá nóg mikið til at fáa fólkaskúlan uppá eitt nøktandi støði. Serliga tá ið vit hugsa um, at vit hava eina nýggja fólkaskúlalóg, sum krevur ein øðrvísi skipaðan skúla.

- Sparifrymilin er ikki broyttur, og hóast sagt verður, at hann verður endurskoðaður, er tað arbeiðið als ikki komið nakran veg. Og sparifrymilin er millum størstu meinbogar í dagsins fólkaskúla. Verður hann endurskoðaður soleiðis, at atlit verða tikin til stórar og smærri skúlar, er komið væl áleiðis. Frymilin er gjørdur fyri at spara, so hann er í grundini órættvísur fyri allar skúlar.


Øðrvísi tímabýti

Eftir fund við landsstýrismannin í undirvísingarmálum hevur Føroya Lærarafelag fingið eina vón um, at tímarnir til skúlarnar verða lutaðir øðrvísi út enn teir verða í dag.

- Verða tímarnir býttir lutvíst uppá næmingar og lutvíst uppá flokkar, merkir tað, at smærri flokkar og skúlar við samansettum flokkum verða betur fyri enn teir eru í dag. Er landsstýrismaðurin fúsur at gera hesa broytingina, er tað bara gleðiligt, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.

Í almannaverkinum eru nógvar uppgávur og skyldur lógarkravdar og harvið bundnar til eina nøktandi játtan. Á sama hátt eigur skúlaverkið at verða skipað, heldur Føroya Lærarafelag, men Mentamálastýrið er ikki samt.

- Ásetingarnar í fólkaskúlalógini eru rættiliga yvirornaðar og undantøkini eru nógv. Mentamálastýrið ber seg undan við at vísa til øll undantøkini í lógini, sum jú ikki eru krøv, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.


Ein dropi

Sernámsfrøðiligt virksemi hevur altíð havt trong kor í Føroyum, og hóast játtanin til hetta virksemið økist við tveimum mió. krónum komandi ár, er langt frá nóg mikið. Fyri at veita teimum næmingum, sum hava tørv á serligum stuðli í skúlanum, eina tænastu, sum liggur innan fyri lágmarkið, metti Mentamálastýrið í upplegginum til fíggjarlógina, at neyðugt varð at økja játtanina við 5 mió. krónum. Tær tvær mió. krónurnar, sum eftir øllum at døma koma afturat, røkka til umleið 200 tímar aftur. Sum er er tørvurin umleið 2500 tímar og við økingini komandi ár verður umleið helmingurin av tørvinum nøktaður.

- Sjálvandi er at fegnast um, at játtanin verður økt, men vit fáa ikki arbeitt bert við eitt sindur meiri. Tað bara útsetir pínuna, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.


Lógvatak

Hóast Føroya Lærarafelag ikki metir, at økingin í játtanini til fólkaskúlan er nóg mikið, heldur forkvinnan í felagnum, at tey og landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum so ella so tosa sama mál.

- Í mun til aðrar landsstýrismenn í undirvísingarmálum, veit hesin, hvat tað vil siga, at hava ábyrgdina av einum skúla og ongar pengar at hava. Tað hevur eydnast honum at útvega fólkaskúlanum eina størri játtan. Men Føroya Lærarafelag, fjølmiðlarnir og andstøðan eiga eisini ein part av æruni, tí øll hesi hava ikki helmað í við at víst á trupulleikar. Eg ivist tó í, at fatanin fyri fólkaskúlanum í landsstýrinum er so nógv størri enn hon hevur verið. Landsstýrið hevur ikki nakað val enn at økja játtanina, og vit skulu eisini minnast til, at tað er stutt til val.

- Hevði Føroya Lærarafelag fingið stuðul frá foreldrum, hevði nógv kunnað verið gjørt fyri at bøta um tann føroyska fólkaskúlan. Í felag kundu vit útvegað fólkaskúlanum tær umstøður, sum liggja í pappírinum. Føroysk foreldur hava ikki tradisjón fyri at blanda seg uppí skúlaviðurskifti, men tíðin er búgvin at gera nakað nú, sigur Elsa Birgitta P. Petersen at enda í viðtali.