Kingo sálmabók frá 1859

.

Jógvan Waagstein var sonur gamla skúlalæraran, Samuel Michael Joensen, eisini róptur Gamli Lærarin. Hann var føddur í 1849 og var deknur í 40 ár í Klaksvík. Hann fekk eina Kingo sálmabók. Møguliga var hetta ein konfirmatiónsgáva.

Seinni hevur Jógvan Waagstein átt bókina.

Tá nú eingin av næstu børnunum er eftir, helst Mia Waagstein, at rætt ast var, at bókin fór aftur til Klaksvíkar, haðani hon kom. Mia er dóttir Jógvan Waagstein og mamma Sannu í Brekkunum. Mia er í dag 90 ára gomul.

Hans Erland í Brekkunum, maður Sonnu, helt vera rætt, at hetta hendi í samband við 120 ára tiltakið í Klaksvík.

Soleiðis kom í, at ein langabbadóttir Gamla Læraran handaði einum langabbasoni Gamla Læraaran gomlu sálmabókina, tá Sanna í Brekkunum handaði Alex Sólstein bókina.

Alex Sólstein sigur, at bókin sum so ikki er handað honum persónliga, men at hon væntandi fer á savn í Klaksvík.


Sjáldsom bók

Kingobøkur yvirhøvur eru sjáldsamar í Føroyum.

Við jarðarferð var vanligur siður, at leggja Kingobókina í kistuna, og tí eru ikki so nógvar eftir í dag.

Alex Sólstein sigur, at upprunaliga Kingobókin kom í 1699 og hon hevur óivað verið nýtt í Føroyum upp til okkara dagar.

- Henda bókin er prentað í 1859, tá langabbi var 10 ára gamal, sigur Alex Sólstein.

Handanin av bókini fór fram á Klaksvíkar Fornminnasavnið.