Kingosangarar úr Tjørnuvík á ferð í Danmark

Tummas Kannuberg, føroyskur prestur í Sparkær, fær vitjan av landsmonnum páskadag

 

– Teir kundu stjala kirkju okkara, men sálmasangin kundu teir ikki taka frá okkum.

 

Soleiðis greiða sangarar í Kingokórinum í Tjørnuvík frá, tá journalisturin Jens Kristensen hitti teir á máli. Hann hevur sent okkum hesa undanumrøðu av konsertunum – og sendir okkum frágreiðing um konsertirnar, tá tær hava verið.

 

Hann skrivar, at soleiðis ein av orsøkunum til, at tey enn syngja sálmar hjá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo, sum sálmarnir hava ljóðað í Tjørnuvík, eftir at danskir prestar tóku teir við til Føroya í 1700 árunum.

 

Í morgin, páskadag, klokkan 10:30, verður møguligt at hoyra hesar sjáldsomu føroysku Kingosálmar undir gudstænastu í Sparkær Kirke. Tað verður á sjeyndu vitjan hjá Kingokórinum í Danmark í fleiri enn 20 ár. Á páskum 2018 sang kórið undir gudstænastuni í fullari kirkju í Ørslevkloster. Vitjanin á páskum í Danmark hesaferð verður tann síðsta hjá kórinum, vænta tey.

 

Kórið úr Føroyum er stórt sæð síðsta umboð fyri eina 300 ára gamlan føroyskan sið at syngja sálmar – Kingosang. Sangurin kann minna um gregorianskan kórsang. Nils Malmros, filmsleikstjóri, brúkti Kingosang í filminum Barbara. Hann segði soleiðis um hann:

 

– Eg verði so rørdur av hesum serliga tóna, Kingosangurin hevur.

 

Thomas Kongo gav út í 1699 eina sálmabók. Hana tóku prestar við til Føroyar. Nótar og urgur vóru ikki í Føroyum, so prestar, deknar ella maðurin í húsinum sang fyri. Upp á tann mátan fingu sálmarnir ymisk løg frá bygd til bygd. Sálmarnir vóru til dømis eisini brúktir, tá menn fór til útróðrar á vandafulla havinum. Løgini vóru latin víðar munn av munni. Umleið 1900 fór Kingosangurin at víkja í Føroyum.

 

Í Tjørnuvík helt deknurin Dávur Emil Magnussen til hann doyði í 1957 fast í siðvenjuni. Eftirkomarar hansara tóku uppaftur siðin í 1997, sum kóri nú førir fram í Sparkær Kirke páskadag. Eftirkomarar hjá Dávur Emil Magnussen syngja enn í kórinum.

 

Í 1858 mistu tjørnuvíkingar kirkjuna, tá myndugleikarnir gjørdu av, at hon skuldi takast niður og berast um fjallið til grannabygdina Saksun. Í Tjørnuvík hildu tey so bara fram við at syngja til gudstænastur í ymsum húsum í bygdini. Í 1937 fekk bygdin nýggja kirkju – enntá við urgu!. Men har var eingin urguleikari, so tey hildu fram við at syngja upp á tann mátan, Kingo sálmar ljóðaðu í TJørnuvík í 200 ár. Tjørnuvík er tann síðsta bygdin, har hesin sangskattur er varðveittur, men nú fyri sjeyndu og seinastu ferð at hoyra í Danmark, skrivar Jens Kristensen.

 

Eftir gudstænastuna í Sparkær bjóðar kirkjan til morgunmat har til ber at hitta kóri í Sparkær Forsamlingshus. Har ber eisini til at uppliva og taka lut í føroyskum dansi. Haðani heilsa tey, at øll eru vælkomin til morgunmatin, sum er ókeypis. Ynskja fólk at vera við til morgunmatin í felagshúsinum, verða tey biðin um a t melda seg til við at ringja ella skriva til Tummas Kannuberg – 29336407 - sum skjótast.

 

Fleiri upplýsingar:

 

Sparkær Kirke:

 

Sognepræst Tummas Kannuberg

 

Telefonnummer: 29336407

 

Email: [email protected]

 

Om koret: Læs mere og hør her