Kinna Olsen: Bronsa er góðkent hjá NSÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) NSÍ-forkvinnan strembar høgt fyri 2017, men ætlar ikki at lova eitt FM-heitið

NSÍ fekk bronsuheiðursmerkini handaði í dag, og Klæmint A. Olsen fær enn ein Gyltan Skógv fyri at verða toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Hetta tvinnað saman við greipuni hjá U18 mansliðnum, og staðfestingini av, at NSÍ hevur lið í bæði effodeildini, 1. deild og 2. deild komandi kappingarár fær NSÍ-forkvinnuna, Kinnu Olsen at halda, at talan avgjørt er um eitt góðkent kappingarár fyri NSÍ.

 

NSÍ fyllir 60 ár komandi ár, og felagið ætlar at stremba høgt, men forkvinnan í NSÍ ætlar sær at lova viðhaldsfólkunum eitt FM-heitið, men málið verður sjálvsagt at enda ovarliga á stigatalvuni til komandi kappingarár. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Kinnu Olsen seint seinnapartin í dag.