Væntaninar vóru stórar, tá enska útgávan av bókini "Lang Tuteng" varð løgd fram í Bejing herfyri. Á enskum hevur bókin fingið heitið "Wolf Totem", og bæði týðarin og útgevarin á Penguin Books vóru til staðar.
Tað var rithøvundurin, Lu Jiamin, hinvegin ikki, og tað hevði sína orsøk. 61 ára gamli kinesiski rithøvundurin hevur nevniliga ikki vilja givið seg til kennar, síðani hann í 2004 gav út bókina undir dulnevninum Jiang Rong. Bókin varð alt fyri eitt fyri hvøssum atfinningum, har høvundurin varð ákærdur fyri at vera alt frá svíkjari til fasistur.
Hóast kinesisku mynduleikararnir bannaðu bókina, eydnaðist tað at geva hana út. Bókin gjørdist alt fyri eitt metseljari, og er hon seld í meir enn tveimum milliónum eintøkum og næstan 10 ferðir so nógvum pirateintøkum.
Egnar upplivingar
"Wolf Totem" tekur støði í egnu upplivingunm hjá rithøvundanum, tá hann sum ungur reyðgardistur varð sendur til Mongolia, har hann livdi sum seyðahirði. Har gjørdist hann serliga hugtikin av frælsiskæru seyðahirðunum, og teirra tætta sambandi við glúpsku, men klóku úlvarnar.
Við støði í hesum, hyggur Lu Jiamin við atfinningarsomum eygum at kinverjum og teirra mentan. Sambært høvundanum er kravið um treytaleyst lýdni størsti trupulleikin í Kina. Til at lýsa hetta, samanber hann kinverjar við eitt fylgi av lýdnum, hjálparleysum og hálvbýttum seyðum, sum eru løtt offur fyri kúgandi einaráðisharrum.
Frælsisandin
"Wolf Totem" er eitt bland av sjálvæviligari skaldsøgu og mannfrøðiligari kanning av sambandinum millum menniskju og náttúruna. Við enska blaðið The Guardian sigur ritøvundurin, at bókin fyrst og fremst snýr seg um frælsisandan. Hann leggur afturat, at hansara eyðgleiðingar av menniskjum í náttúruni hava lært hann, at um nakað av álvara skal broytast í Kina, er neyðugt at fara aftur til røturnar.
- Um vit ikki broyta tað grundleggjandi, fer eitt kúgandi stýri bara at koma í staðin fyri eitt annað. Eg royni at ávirka mentanarliga støðið í Kina. Tað, vænti eg, hevur størri týdning og fer at geva munandi betri úrslit, enn beinleiðis samanstoytir, sigur Lu Jiamin við The Guardian