Á einum fyrrverandi venjingarøki norðaliga í Hong Kong standa 76 luksusbilar undir hvør sínari presending. Tilsamans eru bilarnir verdir meira enn 50 milliónir krónur. teir eru stolnir í Japan og skuldu verið smuglaðir til Kina.
Úr skrivstovu síni á 23. hædd í politihøvuðsstøðini við havnina í Hong Kong er David Ip, kriminalkommiserur leiðari av einum liði við 50 monnum. Høvuðsuppgáva teirra er at steðga smugling av bilum. Teir hava úr at gera. Í fleiri ár hava tjóvarí og smuglarí af bilum í milliónaklassanum verið ein stórur trupulleiki. Serliga hava ánarar av einum Mercedes-Benz verið serliga útsettir. Hetta merkið er ovast á ynskilistanum í Kina.
? Tað er ein spurningur um útboð og eftirspurning. tá fleiri og fleiri fólk í Kina eru komin til pengar, ynskja tey eisini ein betri bil, men tey vilja sleppa undan at gjalda so nógv fyri hann, greiðir David Ip frá.
Hann leggur atfurat, at ein kriminellur felagsskapur við støð í Hong Kong, sum stendur aftan fyri smuglingina.
Nýggjur veiðimarknaður
Tey seinnu árini hava David Ip og hansara menn klárað tað væl á heimafrontinum í stríðnum móti biltjóvunum. Talið av stolnum bilum toppaði í 1992 við umleið 7.000 stolnum luksusbilum. Síðani er talið minkað. Orsøkirnar eru tvær.
Eftir serligum áheitanum úr Hong Kong gjørdu myndugleikarnir í Kina tað ógjørligt at skráseta høgrastýrdar bilar. Harvið vórðu høgrastýrdu bilarnir úr Hong Kong ikki longur so áhugaverdir.
Hin orsøkin til minkingina er vantandi flutningsmøguleikar. Fyrr fór flutningurin fram við serliga bygdum skjóttgangandi flutningsbátum, men løgreglan hevur í samstarvi við marknaeftirlitið klárað at leggja hald at næstan allar hesar bátar. Men kortini er løgreglan langt í frá vorðin arbeiðsleys.
Bingjubilar
Serliga Japan er vorðið eitt »big problem«, sum David Ip málber seg, tí væl varda japanska samfelagið hevur ikki verið plágað av biltjóvum. Tí eru bilar hjá japanarum ikki so væl útgjørdir við alskyns tjóvaríalarmum. Men onnur orsøk ger japanska biltjóvamarknaðin áhugaverdan: Prestisja.
Bilarnir í Japan eru høgrastýrdir, men í ávísum førum hevur løgreglan givið loyvi til at koyra í vinstrastýrdum bilum. Hetta hevur fingið landsins yvirklassa at innflyta dýrar vinstrastýrdar bilar úr Evropa, tí ein vinstrastýrdur bilurin er vorðin sýmbolið uppá prestisju og ríkidømi.
Tá Japan ikki sjálvt kann útvega royndar biltjóvar, hýra teir tjóðvar úr Hong Kong, flýgva teir til Japan, har teir búgva á finastu hotellunum, meðan teir eru á tjóvaferð.
Biltjóvarnir úr Hong Kong eru helst av teimum frægastu í øllum Ásia. Ofta er talan um fyrrverandi mekanikarar, sum eru vorðnir biltjóvar, og teir kenna alt til bilarnar, sigur David Ip.
Hann leggur aftur,at løgreglan núr er farin at halda eyga við teir persónarnar, sum verða sendir uttanlands sum biltjóvar.
Teir stolnu bilarnir verða í Japan koyrdir í bingjur og síðani fluttir til Hong Kong og víðari til Kina. David Ip viðgongur tó, at vandin fyri at bingjan verður uppdagað í Hong Ong er ógvuliga lítil. Hvønn dag koma og fara fleiri túsund bingju um kaikantin í Hong Kong, og tollararnir megna bert at gera stikkroyndir.
Skal løgreglan klára at steðga hesum flutningi, krevur tað, at løgreglan fær nakað at vita frammanundan. Løgreglan í teimum ymsu londunum skulu arbeiða enn tættari saman, heldur í øllum førum David Ip.
Men so leingi eftirspurningur er í Kina, verður tað eisini eitt útboð?