Klaksvík: Nú fer Kiosk Vár eisini at lata upp kiosk í Klaksvík. Leygardagin letur nýggja kioskin upp í handilshúsunum við Klaksvíksvegin.
Hans Petur og Paula Ellingsgaard reka Kiosk Vár, og tey hava í nógv ár havt stóra kiosk í Runavík. Nú fara tey at royna seg í Klaksvík eisini.
Kiosk Vár fer at hava opið stóran part av degnum ? frá klokkan sjey á morgni til klokkan 11 á kvøldi.
Kioskin fer at selja alskyns kioskvørur, og eisini verður bakstur av ymsum slagi at fáa. Latið verður upp leygardagin klokkan 10.