Altjóða Reyði Krossur og aðrir hjálparfelagsskapir royna nú at útvega neyðstøddum har suðuri í Kirgisistan heilivág, reint vatn og aðra neyðhjálp. Severine Chappaz hjá Altjóða Reyða Krossi sigur við fjølmiðlarnar, at fólk í tíggjutúsundatali hava tørv á hjálp, men hon sigur, at tann ótrygga støðan ger hjálpararbeiðið trupult.
Kirgisisku myndugleikarnir siga, at minst 191 fólk hava latið lív í bardøgum millum kirgisar og usbekar. Bardagarnir byrjaðu fyri átta døgum síðani, men teir seinastu dagarnar hevur tað verið toliliga friðarligt.
Sagt verður, at umleið 75.000 fólk eru flýdd úr Kirgisistan til Usbekistan, og at 200.000 onnur eru flóttafólk í egnum landi.