- Nú hava vit ein søguligan møguleika, at gera tað sum gerast skal, og hatta uppskotið hjá Bjarna Djurholm er eitt útmerkað uppskot, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, eftir at hon herfyri í lesarabrævi vísti á, at alneyðugt er at gera okkurt við støðuna hjá fornminnunum í Kirkjubø.
Brimið máðar burtur av lendinum framvið fjøruni í Kirkjubø, og striltið hevur gingið hjá tí almenna at koma við bøtandi og bjargandi tiltøkum, soleiðis at Ólavskirkjan og onnur fornminni ikki fara við briminum.
Uppskotið, ið borgarstjórin sipar til, er ein tekning hjá Bjarna Djurholm, har lagt verður upp til at brúka grótið frá komandi Sandoyartunnilinum til at fylla í fjøruna millum Kirkjubø og Kirkjubøhólm, soleiðis at tað aftur verður landfast út á hólmin, sum tað møguliga var í 16. øld.
- Eg tori ikki sjálv at meta um, hvat er tað besta uppskotið. Men tað fremsta aðalmálið má væl vera, at mann tekur seg saman nú og tryggjar kirkjuna og tey søguligu virðini, sum vit hava í Kirkjubø.
Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, er samdur við Anniku Olsen í, at okkurt skal henda skjótast gjørligt, tí um myndugleikarnir ikki gera skjótt av, so fer kirkjan við briminum.
- Kirkjan fer í havið, tað er bara ein spurningur um tíð. Men tað veit Tjóðsavnið ikki av, tí teir eru ikki her og síggja ikki, hvussu tað sær út, tá tað leikar á, sigur hann.
Jóannes Patursson hevur sjálvur gjørt eitt uppskot, um hvussu fyllast kann við gróti uttan fyri Kirkjubø fyri at fáa nakað av lendinum aftur, ið er farið, og sum samstundis verjir móti briminum. Uppskotið er ikki eins umfatandi og tað hjá Bjarna Djurholm, men hevur ístaðin nøkur fá nes, millum annað út fyri Líkhús og kirkjuna, ið skulu verja móti briminum og samstundis skapa øki, ið eru til gagns fyri fólk.
Tað hendir ov lítið
Jóannes Patursson heldur tó ikki, at tað er júst neyðugt at fylla út, og at ein bakkaverja hevði eisini verið ein loysn. Tað, sum er mest umráðandi, er at okkurt verður gjørt, áðrenn tað er ov seint.
- Tað hevur mann bara ikki gjørt. Nú hava vit endiliga møguleikan at gera nakað annað enn eina hálvavegna ljóta brimverju undir múrinum, sigur Jóannes Patursson og sipar til rúgvurnar av gróti, ið skulu koma úr Sandoyartunnilinum.
Jóannes Patursson fýlist eisini á, at alt ov lítið kemur burtur úr hjá teimum myndugleikunum, ið skulu vara av forminnunum.
- Eg verði so rasandi. Tey koma bara at hyggja. So tá tey eru liðug, so skriva tey eina nýggja rapport, og so hendir einki, sigur Jóannes Patursson, sum eiheldur væntar, at myndugleikarnir fara at koma við nakrari loysn í nærmastu framtíð.
Annika Olsen er eisini rættiliga ónøgd við, at tað gongur ov seint at fáa gongd á tey tiltøk, ið skulu verja forn- og mentanararvin í Kirkjubø.
- Eg haldi, at tað er djúpt syrgiligt, at friðingarmyndugleikarnar skulu seta seg afturá og vilja mótmæla einari og hvørjari trygging av fornminnum, tí okkurt annað ikki skal oyðileggjast. Tí um vit einki gera gera, so eru søgulig og stór virði fyri Føroya land, sum fara fyri skeyti. Kirkjan stendur til at fara í havið, um vit ikki gera nakað.
Ferðavinna
Tá spurd um tað er møguleikarnir fyri víðkaða ferðavinnu á økinum, ið lokkar, eru bæði Annika Olsen og Jóannes Patursson greið, at tað er tað ikki.
Jóannes Patursson heldur ikki, at fyllast skal upp í sjógvin orsakað av ferðavinnuni, men metir hóast alt, at við víðkaðum plássi hevði verið meira rásarúm at tikið ímóti ferðafólki.
- Antin vit vilja tað ella ikki, so er ferðavinnan bara byrjað her í landinum, og hon fer bara at vaksa. Her eru slettis ikki møguleikar at taka ímóti teimum, her manglar pláss, sigur hann og leggur aftrat, at ferðafólkið kemur til Kirkjubøar orsakað av fornminnunum.
Annika Olsen vísir á, at neyðugt verður nokk at seta avmarkingar á ferðavinnuna til Kirkjubøar, tí vegurin heldur ikki til ta ferðsluna, ið longu er.
Tíðin er at handla nú
Nøgdin av gróti, ið kemur frá tunlinum, er ein gyltur møguleiki at fylla í og at fáa bjargað tí, ið eftir er at bjarga, halda bæði Annika Olsen og Jóannes Patursson. Í fyrstu atløgu kemur nógv grót frá Sandoyartunnilinum. Grótið kann fáast upp við tunnilsmunnan á Gomlurætt, og haðani er skjótt - og sostatt eisini bíligt - at fáa grótið til Kirkjubøar.
- Vit hava møguleikan til tað nú, og tað nyttar ikki, at friðingarmyndugleikarnir eru so bastantir, at einki skal lata seg gera. Tað ber simpulthen ikki til, sigur Annika Olsen.
Eftir Sandoyartunnilin skal tunnil gerast víðari til Suðuroyar, men tilmælda tíðarætlanin hjá Landsverki sigur, at farast skal ikki í gongd við tann tunnilin fyrr enn í 2030. Sostatt ganga góð sjey ár, til atgongd til stórar mongdir av gróti verður aftur.
Lítið álit á myndugleikunum
Álitið á myndugleikarnar at gera tað, sum gerast skal, er ikki gott. Tað sigur Tórður Patursson, sum situr í staðbundnu nevndini fyri Kirkjubø og Velbastað hjá Tórshavnar kommunu.
- Álitið er ólukksáliga lítið. Tað er blivið frægari nú, tí at arbeiðið við múrinum hevur gingið eina góða gongd. Men annars er einki gjørt við neystini. Tað einasta tey siga er, at tað er friðað, og so verður einki gjørt.
Tórður Patursson vísir eisini á, at kunningin er annars lítil, og at í bygdini hava tey einans hoyrt, at pengar eru játtaðir til fyrireikingararbeiðið.
Loysir ikki gróttrupulleikan
Tað er tó rættiliga vist, at grynnan uttan fyri Kirkjubø ikki fer at loysa trupulleikan um hvat skal gerast við alt grótið frá Sandoyartunnilinum.
Farast skal skjótt undir at grava til Sandoyar, men enn er ikki avgjørt, hvat skal gerast við stóru rúgvurnar av gróti, ið koma frá tunnilinum.
Tosað varð um at tyrva grótið í haganum ella at nýta tað til ídnaðarøki á Gomlurætt, og nú verður so havt á lofti, at tað kann nýtast í Kirkjubø.
Men Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum vísir á, at í Kirkjubø slepst ikki av við alt grótið.
- Økið er grunt, og tað tekur ikki nógv grót. Tað tekur ikki serliga nógv grót, so tað loysir ikki trupulleikan fyri tunnilsfelagið, tí tað er ein so øgiliga lítil partur av grótinum.
Hesum tekur Kirkjubøbøndin undir við.
- Eg haldi ikki, at hetta bara skal brúkast sum eitt dumpipláss, tí at vit skulu hava eitt hol til Sandoynna - absolutt ikki. Eg haldi, at tað skal vera gjørt upp á ein skilagóðan máta, sigur Jóannes Patursson.
Les eisini: Óseriøs uppskot
Les eisini: Skilir ikki kritikkin