Hoyvíkar Kirkja bóðar familjum til barnaguðstænastu í kvøld.
Endamálið við at hava eina barnaguðstænastu er, at lata kirkjuhurðarnar upp fyri fólki aðrar dagar enn bert sunnudag, sigur Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvíkar Kirkju.
- Kirkjan stendur jú her alla vikuna og kann eisini brúkast allar dagar um vikuna, sigur hann.
Børnini sum koma til barnaguðstænastu venja seg hervið kirkjuna og at koma í eitt rúm sum er pent og vakurt, leggur Theodor Eli Dam Olsen aftrat.
Familjur sum koma til barnaguðstænastu fara at syngja sálmar og so verur ein søga til børnini. Síðani bjóðar kirkjan familjunum ein barnavinarligan døgurða. Hetta er fyri at gera tað nemmari fyri familjurnar.
- Hetta er ein møguleiki hjá børnunum at síggja at kirkjan eisini hevur okkurt at bjóða teimum, sigur Theodor Eli Dam Olsen.
Barnaguðstænastan byrjar kl 17.30