Kirkjan hevur dugað at umstilla seg

Europa: - At færri og færri koma í tær europeisku kirkjurnar hevur í roynd og veru verið til fyrimuns fyri tær, sigur religiónsgranskarin Philip Jenkins.

Samstundis sum kirkjan hevur mist sína serstøðu sum meiningsskapari í samfelagnum, hevur hon samstundis umstillað seg til at tæna smærri bólkum. - Smærri samkomur fokusera arbeiðið betri, bæði tá talan er um tað persónliga og andaliga støðið og í boðanini av gleðiboðskapinum, sigur hann.