Í verandi støðu koma 15 milliónir árliga úr Danmark til Føroysku kirkjuna. Danski staturin rindar 5 milliónir, og sokallaði Felagsgrunnurin hjá Kirkjumálaráðnum rindar 10 milliónir.
Felagsgrunnurin hjá Kirkjumálaráðnum fær sín pening frá øllum teimum, sum rinda kirkjuskatt í danska ríkinum. Tað merkir, at ein partur av teimum 15 milliónunum frá Felagsgrunninum upprunaliga koma úr Føroyum.