Kirkjan letur upp aftur – men nøkur tiltøk standa við

Nú sleppa fólk aftur í kirkju – men ikki heilt sum tey plagdu og tað sleppur bara eitt ávíst tal á fólki í kirkju

Eisini fólkakirkjan fer nú linka tiltøkini, sum hava verið galdandi fyri at fylgja almennu tilmælini um at forða fyri at korona-smittan skuldi breiða seg.

Tað siga Jógvan Fríðrikson, biskupur, og Uni Næs, dómpróstur, á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Í hesum sambandi hava ongar gudstænastur, ongar konfirmatiónir, og onnur tiltøk verið í kirkjuni, og enntá til jarðarferðir er tað bara eitt ógvuliga avmarkað tal á fólki, sum eru sloppin í kirkju at fylgja.

Men nú sunnudagin, 17. mai, verða gudstænasturnar tiknar upp aftur. Men fólk skulu ikki sita ov tætt í kirkjuni og tey skulu sita minst tveir metrar frá hvørjum øðrum og tey skulu sita á skák á øðrum hvørjum bonki.

Tó kunnu fólk úr sama húsi sita saman, og hesar avmarkingarnar eru galdandi bæði til  gudstænastur, jarðarferðir og vígslur. 

Í teimum stóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 100 fólk inn, bæði til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu. Í teimum miðalstóru kirkjunum sleppa í mesta lagi 75 fólk og í teimum smáu kirkjunum skulu ikki vera meiri enn 30 fólk.

Hinvegin skulu kirkjukaffi, ervi og konsertir ikki verða í kirkjuni fyrr enn 1. september og somuleiðis skulu sálmabøkurnar hjá kirkjunum ikki brúkast fyrr enn 1. september. Sostatt verður heitt á fólk um at hava sína egnu sálmabók við, ella at brúka sálmabókina á appini.

Kirkjurnar verða eisini stongdar fyri ferðafólki til tann 1. september. Og til 1. september skulu dópur og altargangur vera fyri seg, og ikki undir sjálvari gudstænastuni.

Og tey, ið sleppa at vera til staðar tá ið børn verða doypt, eru foreldrini, systkini, ommur og abbar, faddrarnir og tey allar nærmastu og í mesta lagi skal talan vera um 30 – 50 fólk, alt eftir hvussu stór kirkjan er, siga teir báðir.