Kirkjan missur takið á føroyingum

Men tað er stórur munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum kring landið

Tað er ein alsamt størri partur av føroyingum, sum ikki er limur í fólkakirkjuni. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at hesi seinastu 20 árini hevur fólkakirkjan alsamt mist undirtøku í Føroyum og upp á seg hava tað ongantíð verið so fáir føroyingar limir í kirkjuni, sum tað eru nú.

 

Av tí at fólkatalið veksur, hevur fólkakirkjan alsamt fleiri limir. Í 2001 hevði fólkakirkjan 38.911 limir, men nú hevur hon 42.857 limir. Men tølini vísa eisini, at tað er ein alsamt minni partur av fólkinum, sum eru limir í fólkakirkjuni. Fyri gott 20 árum síðani, í 2001, vóru 84,3 prosent av føroyingum limir í fólkakirkjuni, men síðani er talið alsamt minkað nú eru tað bara 78 prosent av føroyingum, sum eru limir í fólkakirkjuni.

 

Hinvegin vísir uppgerðin eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum kring landið. Ongastaðni í landinum eru so fáir limir í fólkakirkjuni, sum í Norðoyggjum, tí har eru bara góð 61prosent av fólkinum, limir – men har stendur brøðrasamkoman sterk. Nakað tað sama ger seg galdandi í Fuglafirði, og á eystara armi á Skálafjørðinu, har brøðrasamkoman eisini er sterk, men har eru ímillum 71,6 og 74,5 prosent av fólkinum í fólkakirkjuni.

 

Annars eru nøkur og 80 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni í restini av landinum, men eitt øki skarar fram úr, og tað er Norðstreymoyar Eystara Prestagjald, har 90 prosent av fólkinum eru limir í fólkakirkjuni – tó at talið eisini er lækkað har. Tað prestagjaldið eru bygdirnar, Hósvík, Hvalvík, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík. Prestur har er Jákup Erlingsson Petersen.