Kirkjan í rørslu í Hoyvík

Mikukvøldið 25. august klokk­an 19 er Miðvika í Hoy­vík­ar kirkju við Sonju Klein. »Kirkja í rørslu« er heitið.

Á Miðvikunum er van­ligt at fólk við ymiskari vit­an hug­leiða um evni, ið eru upp­i í tíð­ini. Eis­ini er ætl­an­in at fáa fólk, ið hava vart dokt­ara/PhD- ritgerð­ir í ávís­um evni og serkøn á ymsum økjum at røða um hesi ting.

Hesaferð verður tað so Sonja Klein, sum tos­ar um »Kirkja í rørslu«. Hvussu flytir kirkja okkara seg? Hvussu rigg­ar hon í nú­­tíð­­ar­­liga um­hvørv­i­num? Alt­­er­­na­­t­iv­ar guds­tæn­ast­ur. Kirkj­an og fam­ilj­an. Sonja hev­ur verið í lestrarfarloyvi og hevur fingið íblástur til fyr­i­lest­ur­in haðani.

- Øll eru vælkomin, siga fyri­reikararnir.