Sunnudagin komandi verður gjørt burturúr, at kirkjan í Sumba verður 125 ár.
Ymiskt er á skránni við guðstænastuna sunnudagin, so sum ymsar tónleikaframførslur. Alla hesa vikuna hevur eisini ymiskt verið á skránni í samband við stóra dagin.
Sum sæst á myndini, so er altarið og knæfallið klætt við bláum, eins og gólvleyparin. Hetta er eisini gjørt til høvið.
Tað er Karin Brattaberg í Vági, ið hevur vovið.