Kirkjukór stuðlar skótalegu

Glyvrar: Kirkjukórið í Vestmanna og Magni Christiansen fara leygarkvøldið í næstu viku at hava konsert til frama fyri skótarnar á Glyvrum.

Herfyri varð ein konsert av líknandi slagi hildin í Kvívík til frama fyri KFUM-skótarnar í bygdini, sum savna pening saman til eina stóra altjóða skótalegu í Danmark í summar. Nú endurtaka skótarnir á Glyvrum hetta tiltakið við somu sangkreftum, tí at teir koma at ferðast saman við skótunum úr Kvívík til hesa stóru leguna í Danmark.
Konsertin verður hildin í missiónshúsinum á Glyvrum.