FRUMFRAMRØRSLA
Tað var í sambandi við Mentanarnáttina, at skipað varð fyri uttandurakonsert í Havnar Kirkju í fríggjakvøldið, har ein messingkvintett frumframførdi verk, sum varð spælt saman við klokkuspælinum í Havnar Kirkju.
Verkið var skipað soleiðis, at klokkuspælið og blásararnir skiftust um at spæla. Hóast veðrið ikki var til vildar, so eydnaðist konsertin sera væl. Hetta er avgjørt eitt tiltak, sum eigur at verða endurtikið. Eitt nú hevði tað verið ein sera hugnalig løta, um tiltakið varð endurtikið í jólamánaðinum, tá klokkuspælið spælir jólaløg.
Og sum Palli Hansen segði eftir konsertina, so kann hon eins væl vera innandura inni í kikrjuni, tí har hoyrist klokkuspælið ríkiliga væl. So um veðrið ikki er til vildar, so verður konsertin eins góð og hugnalig inni í Havnar Kirkju.
Avgjørt eitt gott hugskot við slíkari konsert!
Tað var í 1988, at Havnar kirkja, sum tá var 200 ára gomul, fekk vakurt klokkuspæl frá Tórshavnar Býráð. Klokkuspælið spælir vanliga seks ferðir um dagin:
Kl 10 Eg vil mínum Harra prísa
Kl 12 Tíðin rennur sum streymur í á
Kl 15 Harra Gud títt dýra navn og æra
Kl 18 Kirkjan hon er eitt gamalt hús
Kl 20 Dagurin aftnar
Kl 21 Nú aftnar dagur
---- ---- ---
MyndateksturXXXXXXXXXXX: Hóast veðrið ikki var til vildar - eitt fitt lot og heldur kaldligt, so eydnaðist konsertin væl.Tílík konsert saman við klokkuspælinum kann eins væl haldast inni í kirkjuni