Thorbjörn Brochs
-------
Nú eitt politiskt ungmannafelag hevur skotið upp, at Fólkakirkjan skal skiljast frá tí politiska valdinum, hevur tað skapt órógv nógvastaðni í samfelagnum. Sjálvur havi eg ofta fört fram, at tað eru áhugabólkar, sum vilja Kirkjuni alt annað enn tað góða. Tað eri eg framvegis sannfördur um. Men hetta uppskotið er ikki av tí slagnum, soleiðis sum eg havi uppfatað tað. Verður rætt borið at, so er tað tann besti mátin at geva Kirkjuni veruligt sjálvstýri, soleiðis at hon ikki verður ein tannleysur felagsskapur. Verður hon tannleys, fara tey evangeliskt trúgvandi at missa mótið, og finna tey onga aðra samkomu, verða tey heimleys. Fólkakirkjan er – sum hon altíð hevur verið – tann týdningarmesti felagsskapurin fyri tey kristnu í Föroyum.
Hvör er vandin, um hon verður leys av tí politiska valdinum? Eg kann best svara spurningin við at sammeta við tað sum hendi, tá ið Anfinn Kallsberg og Högni Hoydal vildu, at Föroyar skuldu fáa veruligt sjálvstýri. Teir vildu hava fimmtan ár til at umskipa samfelagið, men "Faðir Danmark" á Christiansborg segði, at um teir ikki vildu eyðmýkja seg, skuldu teir verða útblakaðir innan fyri fýra ár. Latið okkum hava ein heilt annan anda mótvegis Kirkjuni! Biskupur hevur eitt gott uppskot, um eg havi fatað tað rætt. Bæði Kirkjan og aðrar samkomur eiga at fáa ein rættvísan part av einum almennum kirkjuskatti. Heilt avgjört. Og tað er hetta, sum skal geva Kirkjuni neyðugan tryggleika, soleiðis, at vit ikki fáa "lógloysi" ella ruðuleika. Hon skal ikki uppliva fíggjarligan ótryggleika.
Meðan vit fáa eina nýggja lóggávu, sum gevur öllum samkomum sámulig rættindi – helst í mun til ein veruligan limalista – so skal Fólkakirkjan verða tryggjað ta játtan hon nú hevur. Tað kann halda tingmenn frá at draga málið út. Men tað avgerandi er, at Kirkjan alt fyri eitt – soleiðis sum hon nú er samansett – uttan drál fær fullt sjálvstýri, áðrenn nakar politikari fær fótin innum kirkjugáttina.
Nakað heilt annað: Um ein strikar möguleikan til lögtingsval í ótíð, so kunnu tingmenn reka politikk í minsta lagi trý ár. Sum nú er, halda teir valröður alt valskeiðið.