Kirsten Brix skal verja Bábelstornið

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 14. juni 2002 kl. 13.00 fer Kirsten Brix, cand.mag. at verja ph.d.ritgerðina Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab.
Verjan, sum er almenn, verður í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla.
Í dómsnevndini hava sitið Turið Sigurðardóttir, lektari, cand.mag. á Fróðskaparsetrinum, Anne Kari Skarðhamar, fyristiamanuensis, dr.art. við Høgskolen í Oslo og Martin Zerlang, lektari, mag.art. við Universitetið í Keyp-mannahavn.
Ph.d.ritgerðin er eisini komin út í bók og fæst til keyps í bókabúðunum. Hon kostar 220 kr, sigur Fróðskaparsetur Føroya í tíðindaskrivi.